Fyrigeving er betri enn rættvísi
Vón, kærleiki, fyrigeving og samkensla. Hetta var andaligi boðskapurin hjá suðurafrikanska erkabiskuppinum Desmond Tutu, tá hann fríggjadagin vitjaði Københavns Universitet. Móttakarin av friðarheiðursløn Nobels í 1984 hugleiddi eisini um, hvussu líðing og neyð kann vendast til gleði og dirvi.