Sjúklingatænastan

Hvørja viku vitja vit føroyingar, sum eru í sjúkraørindum í Keypmannahavn. Kenna tit onkran sjúkling, sum hevði verið glaður um eina vitjan, eru tit vælkomin at siga okkum frá. Fyri at kunna finna fram til sjúklingarnar, tørvar okkum at vita teirra fulla navn og hvørjum sjúkrahúsi, teir liggja á.

Øssur Berghamar
Tlf. +45 26 12 18 09
berghamar@kristnastova.dk

Jákup Hansen
Tlf. +45 27 53 84 61

Andakt á Sjúklingahotellinum Tórshavn

Hvønn tórsdag kl. 20.30 er andakt á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Kristnastova heldur hesa andakt aðruhvørja viku – í ómaka viku.
Til hesar andaktir syngja vit saman, hoyra solosang og hoyra eitt orð úr Bíbliuni.

Sjúklingahotellið Tórshavn
Venøgade 8
2100 København Ø
Tlf. +45 77 33 64 64
hoteltorshavn.dk