Uppslag av Facebook

29-09-2026, 1:51

KRISTNASTOVULEGAN 2026 Góðu tit øll! 😃Hjartaliga vælkomin á Kristnastovulegu á Nordsjællands Efterskole.Komið burtur úr stórbýnum og njótið eitt langt vikuskiftið saman við øðrum føroyingum “ude på landet”. Her verður nakað fyri stór og smá, bæði til likam og sál.Á skránni vera bíbliutímar, barnaløtur, postarenning, lovsongsløtur og breyðbróting, legubál og snobrød og hugnaligar fríløtur, tá fólk sita og práta, fara ein túr ella bara njóta at vera á legu!Í ár kemur Niels Pauli Nónstein at hava bíbliutímar fyri okkum!Kunning um leguna:Legugjald:Vaksin: kr. 500. Børn (goldið verður fyri maks 2 børn pr. familju): kr 100.Børn 0-1 ár: ókeypis.Eindagstúr uttan at sova: vaksin: kr. 200, børn: kr. 50.Viðvíkjandi legugjald, so er legugjaldið bindandi frá 4. oktobur Bussur: Møguleiki er fyri at taka buss til leguna í ár. Bussurin koyrir frá Dalslandsgade (við Øresundskollegiet) hósdagin 15. okt. kl. 16:45 og heimaftur frá leguni sunnudagin 18. okt. kl. 13:30.Bussurin hevur 58 setur, tey sum melda seg til fyrst, fáa plássini.Kostnaður fyri bussin er kr. 152 kr, aftur og fram.Børn sum brúka egi setur gjalda sama prís.Meldið tykkum til skjótast tilber, seinasta freist er 4. oktobur.Gjaldið fyri leguna og bussin í einum! T.d. ein vaksin + bus = kr. 652.Tilmelding fer fram við at gjalda legugjaldið á kontu 1551-2254808 ella við Mobilepay á tlf. 85201 (Viðmerk navn/nøvn á teimum, sum goldið er fyri).Hevur onkur mat allergi kann man skriva til Rebekku R. Hansen á messenger.Praktisk ting í samband við leguna, verða kunngjørd seinni.Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at spyrja Gunn(60584825), Tórður, Súsonnu, Guttorm, Miriam, Helenu, Rebekku og Filip! Evnið hjá Niels Paula til bíbliutímarnar verður: Livandi trúgvVit gleða okkum til eina góða legu saman 🙂 ...

Vikuskráin

 
11.00

 

 

20.00

 

20.00

 
10.00
20.00
Sunnudag
Morgunmøti

Sunnudagsskúli

Mánadag

Bønarmøti (verður lýst)

Týsdag

Húsbólkarnir møtast

Fríggjadag
Spælistova
Fríggjakvøldssamkoma

Hálva øldin hátíðarhildin

Sólin skein so fagurliga hendan seinnapartin í oktober, tá ein skari av fólki hittust í Lívdini í Hoyvík fyri at markera 50 árini, síðani byrjað var við verkinum á Oxford Allé á Amager. Hetta var ein sannur hátíðardagur, har vit sóu eina góða og áhugaverda blanding av fyrrverandi útisetum

Les meir

Góð tíðindi fyri útisetar

Hetta var yvirskriftin hjá Regin Guttesen til leguna í Norðursjællandi, sum varð hildin 19 – 22. oktober 2023. Vit vóru fleiri luttakarar enn nakrantíð – og spurningurin var, hvussu tað kundi rigga, at vit vóru so mong.

Les meir

50 ára hald – útvaldar myndir

Í samband við Kristnastovutiltakið í Lívdini leygardagin 7 oktober, har 50 árini hjá Kristnastovu vórðu hátíðarhildin, stóðu nakrar myndatalvur (planchur) við útvaldum myndum, tiknar frá 1973 til 2023 – framleiddar á Tonito á Eiði.

Les meir

Trúarstigið, ið varð tikið í 1978

Samfelagsstevnan í Ebenezer fer fram hesa vikuna og eru serstøk hesaferð. Tí um vikuskiftið verða møtini flutt niðan til stóru hølllina á Tjarnum. Tað er ikki er roynt áður. Hetta leiðir tankar mínar aftur til samfelagsstevnuna í 1978, sum vóru heilt serstøk fyri meg. …

Les meir

VINIR FYLLA SJEYTI

Myndin her er tikin á einari “reunionsamkomu” hjá Kristnastovu í 2014, hildin í Ebenezer í Havn. Á pallinum standa Richard Schwartson og Jóannes Hansen, og

Les meir

Nýggja hvønn ein morgun

Millum teir lovsangir, vit syngja í Kristnastovu, er hesin ein av teimum afturvendandi. Hetta er ein stuttur sangur við einum versi, sum umtalar náði og trúfesti Harrans. Hann var eisini sungin nýggjársaftans morgun, tá vit nakrar tímar eftir skuldu fara inn í nýggja árið 2024: Óbroytiligur er kærleiki Harrans.

Les meir

Her eru vit