2005 – umbygging og uppbygging

Árið 2005 var merkt av umbygging av taki og lofti. Men eisini av uppbygging. Tí nógvar góðar løtur vóru í farna ári, sum vissuliga vóru til uppbygging í trúarlívi okkara.

Í vár varð farið undir at skifta gamla takið í Kristnastovu við nýtt. Marni Niclasen stóð fyri hesum arbeiði, men annars vóru tað nógv fólk, sum hjálptu til. Loftshæddin varð um somu tíð klárgjørd til innrættingar. Fýra kvistar vórðu ísettir, so útsjóndin er eitt sindur øðrvísi. Hugsanin varð at innrætta loftshæddina í heyst, men tað varð útsett – og væntandi verður farið undir hetta í hesum mánaðanum. Harumframt varð eisini nýtt rekkverk gjørt millum Kristnastovu og grannarnar á Birmavej 38.

Ymisk tiltøk hava verið gjøgnum árið. Møtini hava verið væl vitjað gjøgnum meginpartin av árinum. Kristnastova hevur havt fleiri samkomur inni í Føroyahúsinum, og til tíðir er komið væl av fólki har við.

Einstakar samkomur hava verið fyri tey eldru, og tað eru vanliga ríkar løtur við áhugaverdum práti við føroyingar, sum hava búð í Danmark í mong ár.

Øll vóru samd um, at legan uppi í Norðursjællandi var ómetaliga góð og gevandi fyri tey mongu, sum vóru við hesaferð.
Og aftur í ár hava ymiskir trúboðarar vitjað og tikið lut á fundunum í Kristnastovu – ofta á veg til ella úr Føroyum. Hetta er við til at víðka um sjónarring okkara.

Bussurin Sóljan hevur mangan flutt fólk í sjúkraørindum til møtini í Kristnastovu, og vit fegnast yvir henda møguleika, tey hava fingið fyri flutningi. Andaktin á Hotel Tórshavn og vitjanir á Ríkissjúkrahúsinum vóru í farna ári eisini ein týðandi partur av verkinum her.

Tað hevur verið ynskið hjá okkum í Kristnastovu gjøgnum øll hesi ymisku tiltøk at minna útisetar á Harran Jesus – og týdningin av at fylgja Honum. Hetta er eisini ynski okkara í samband við nýggja árið, sum júst er farið av bakkastokki.