Immanuel – Gud við okkum
Tá ið fólk koma niður til Keypmannahavnar í sjúkraørindum, er tað rættiliga vanligt, at onkur annar er við í ferðini – ein fylgjari, sum tað stundum verður nevnt. Ofta er tað ein hjúnafelagi, ein dóttir ella sonur – ella bara ein góður vinur, sum vil stuðla sjúklinginum.