
Nøkur okkara sóu túsundstals litríkar rakettir frá gluggunum í Kristnastovu, sum fóru upp í kláru luftina yvir Keypmannahavn á midnátt nýggjarsaftan.
Árið 2009 var nú ein veruleiki – við tess 365 døgum. Og saman við ársskiftinum komu ynski, metingar, afturlit og heilsanir. Men nú – ið nakrir dagar eru farnir, mugu vit nokk ásanna, at langt er frá nýggjársaftans glitrandi fýrverkaríi til vanliga gerandisdagin. Flestu dagar okkara eru vanligir, litleysir dagar. Vit hava vanligar uppgávur í vanligum gerandisdegi. Harumframt eru tað dagar, sum eru alt annað enn spennandi, tí ymist gongur okkum ímóti. Og fíggjarkreppan ger, at 2009 ikki sær serliga spennandi út, sæð við tímiligum eygnagløsum. Lívið er umskiftandi og tað eru vit eisini.
Tí mugu savna okkum um tey ævigu virðini. Orð Guds, sum livir og varir. Vit eiga at hava í huga, at ríki Kristusar er ikki av hesum heimi og liva í ljósinum av tí.
Rick Warren, kendur m.a. frá bókini ”The purpose-driven Church” sigur: Eg kann kanska liva frá 60 til 100 ár á jørðini, men eg fari at brúka biljónir av árum í ævnleikanum. Hetta er upphitingar-leikurin, royndarvenjingin. Gud ynskir at vit skulu praktisera tað á jørðini, ið vit til allar tíðir fara at gera í ævinleikanum.”
Paulus skilti týdningin av hesum, og tú merkir á brøvum hansara, hvussu hann livir miðvíst í ljósinum av tí. Hann skilti høvuðsendamálið við lívi hansara og innrættaði seg eftir tí. Hann hevði eisini nøkur mál, áðrenn hann gjørdist kristin – nøkur destruktiv mál: at útrudda tey kristnu. Men Jesus steðgaði Paulusi uttan fyri Damaskus, og hann varð umbroyttur. Nýggj mál vóru sett út í kortið. Hann gjørdist ein halgaður tænari Harrans – eitt vitni fyri Jesus.
Okkara mál og verk mugu vera øðrvísi enn hjá teim vantrúgvandi. Samkoma Kristusar hevur eina heilaga ábyrgd, sum má umsitast við størstum álvara. Tað er umráðandi, at tú og eg, sum eru partur av samkomu Kristusar, hava miðvís, andalig mál í lívinum. Tí vit eru frelst og kallað at liva eitt lív, ið peikar á Jesus. Miseydnast tað, er høvuðsendamálið við lívi okkara farið fyri skeytið.
Tað er ikki altíð, vit náa teim málum, vit seta okkum fyri her í lívinum. Men einki eigur at forða tær í at náa tí máli, Gud hevur fyri tær. Paulus kann í við endan av lívi sínum skriva til Timoteus: Eg havi fullført verk mítt – runnið skeiðið at enda.
Vildi tað ikki verið gott, um vit kundu sagt tað sama, tá okkara lívsskeið er av?