Gævi dagur aldri fór at halla
Hetta eru seinastu orðini í vakra summarsanginum hjá Jens Dam Jacobsen, sum føroyingar ofta syngja hesa ljósu tíð. Og sangurin er eisini ein góð lýsing av einum føroyskum, litríkum hásummardegi, tá alt andar av livandi lívi frá fjøru til fjallatind.