
Í dag 13. februar fyllir Øssur Berghamar 70 ár. Øssur er føddur og uppvaksin í Havn. Í 1970 giftist hann við Susan, sum er úr London. Í 1973 fluttu tey bæði niður til Keypmannahavnar og byrjaðu Kristnastovu-arbeiðið á Oxford Allé. Vit hava sett Øssuri nakrar spurningar:
Nær komst tú til trúgv?
Eg kom til trúgv á Jesus sum ein smádrongur úti í Rættará í Havn, har vit búðu ein part av barnárum mínum. Eg minnist aftur á eina samrøðu, eg hevði við mammu, har hon greiddi mær frá frelsuni. Og eg meinti avgjørt, at eg trúði á Jesus og hansara verk fyri meg á krossinum. Umleið 12 ára gamal fór eg at ivast nógv, um eg nú við vissu var frelstur. Men aftaná at hava tosað við fleiri andaligar vegleiðarar, fall umsíðir friðurin yvir mítt sinni – og eg hvíldi meira í trúnni á Kristus.
Hví fóru tit undir arbeiðið í Kristnastovu?
Tí vit sóu ein týðuligan tørv fyri einum arbeiði millum ungar føroyingar, sum vóru komnir niður til Danmarkar m.a. í lestrarørindum. Vit hildu okkum síggja, at ikki øllum gekst so væl. Vit fingu eisini skjótt varhugan av, at føroyskir sjúklingar, sum komu niður á Ríkis-sjúkrahúsið, høvdu brúk fyri vitjan – og tá var tørvurin ikki minni, tí einki sjúklingahotell var komið tá.
Kanst tú nevna okkurt av tí, sum tit í dag gleðast um?
Tað hevur verið ein gleði fyri okkum, at síggja Kristnastovu vera eitt andaligt heim, har fólk eru komin til trúgv, verið endurnýggjað og hava gjørt framstig á trúarleiðini. Kristnastova hevur í mongum førum verið ein útrætt hond – bæði millum tey ungu, men eisini sjúk og tørvandi, og tað eri eg fegin um. Og at síggja Kristnastovu framvegis vera fylta við lívi, lovsangi og ungum fólki, sum lurta eftir orði Guds – tað er ein serstøk gleði.
Kanst tú nevna okkurt dømi um, at arbeiðið hevur gjørt mun hjá fólki?
Ja, her er eitt av mongum dømum. Tá ið Susan og eg gingu ein túr uttan fyri Havnina nakað herfyri, kemur ein maður út úr einum bili, sum fegin vil tosa við okkum. Vit skilja, at hann er fyrrverandi útiseti, ein trúgvandi maður, sum var niðri í Danmark fyri mongum árum síðani. Hann greiddi okkum frá, hvussu hann kendi seg einsamallan í stórbýnum og hevði so leitað á møti hjá okkum. Men vit høvdu tosað við hann og víst honum áhuga, og hetta hevði havt stóran týdning fyri hann – og tað var hann takksamur fyri. Hetta var eitt dømi um, hvussu umráðandi tað er, at vit sýna fólki persónliga umsorgan og áhuga.
Hvørji ráð vilt tú geva teimum, sum koma til niður í útbúgvingarørindum?
Í Ápostlasøguni stendur um Barnabas, táið hann vitjaði samkomuna í Antiokia, at ”hann áminti tey øll, at tey skuldu seta sær fyri í hjartanum at halda fast við Harran.” Ein áminning, sum eg fegin gevi víðari. Vit kunnu mæla fólki til at lesa, biðja og ganga á møti. Men um ikki nøkur hjartans avgerð fer fram, so kann andaliga lívið skjótt gerast til eitt ritual. Set tær fyri at halda fast við Harran. Hann vil hjálpa tær og geva tær kraft til at standa á hansara síðu, óannsæð hvønn veg rákið vendir.