747 princippið – Grein eftir Símun J. Hansen

Kunnu tvey fólk vera meira ymisk?

– Fólk síggja upp til hann – og fólk síggja niður á hana.

– Hann er ein samkomuleiðari/prestur – og hon, ein sum býr á gøtuni.

– Han livir av at tala um tað sum rætt er – hon, av at bróta lógir.

– Hann heldur eina veitslu, – og hon oyðileggur hana.

Um tit høvdu spurt eitt fólk í býnum Kapernaum, um hvør var eitt betri fólk, hon ella hann, so høvdu tey uttan iva sagt Símun. „Hann lesur jú á bíbliuskúla og er annars ein hampamaður“. „Hann er av góðari ætt“, „ Hann hugsar altíð so nógv um hini og er í so góðum lag“.

Tað høvdu tey, sum vóru um hann, sikkurt sagt. Øll uttan Jesus.

Jesus kendi tey bæði. Jesus visti, at tað var kvinnan, sum hevði hjartað á rætta stað.

Ikki tí. Eg rokni við at Símun ikki var áhugaður at vita hví Jesus valdi kvinnuna framum hann. Hann hugsaði um, „hvussu Sørin hon er komin inn til veitsluna“.Hetta var ein stór veitsla við góðum mati og nógvum góðum, innbodnum fólki. Hann gjørdist óður. – Hygg eftir henni!!- hon GRULVAR frammanfyri Jesusi – So kyssir hon føturnar hjá honum. „Hví vil Jesus hava nakað við hana at gera?“, hugsaði hann.

Men Símun lærdi nakað tann dagin: – Hugsa ikki nakran tanka sum tú ikki ynskir at Jesus skal hoyra! Tí Jesus hoyrdi hansara tankar og av tí sama, so valdi hann at deila sínar tankar á veitsluni. Er tað ikki gott, at vit hava fingið hesa søguna í Nýggja Testamenti?! Ein søga, sum sigur alt um hvør Jesus er.

Lukas 7 – 36-47.

36: Ein av Farisearunum bað Hann koma og eta hjá sær; Hann fór tá inn hjá Farisearanum og setti Seg til borðs.
37: Og har í býnum var syndafull kvinna; táið hon fekk at vita, at Hann sat til borðs heima hjá Farisearanum, kom hon við alabasturkrukku við salvu
38: og stóð aftan fyri Hann, við føtur Hansara, græt og fór at væta føtur Hansara við tárum sínum, turkaði teir við hári sínum, kysti føtur Hansara og salvaði teir við salvuni.
39: Táið nú Farisearin, ið hevði boðið Honum inn, sá hetta, segði hann við sær sjálvum: „Var hesin profetur, so vitsti Hann, hvør og hvussu henda kvinna er, ið nemur við Hann, at hon er syndafull kvinna.“
40: Tá tók Jesus til orða og segði við hann: „Símun, Eg havi nakað at siga við teg!“ Hann svaraði: „Meistari, sig tað!“
41: „Ein maður, ið lænti út pening, átti hjá tveimum; annar skyldaði honum 500 denarar, og annar 50.
42: Við tað at teir nú einki áttu at gjalda við, gav hann báðum tað eftir. Hvør teirra man nú fara at elska hann meiri?“
43: Símun svaraði: „Eg haldi, tann, ið hann gav meiri eftir.“ Tá segði Hann við hann: „Tú dømdi beint!“
44: So vendi Hann Sær móti kvinnuni og segði við Símun: „Sært tú hesa kvinnu! Eg kom inn hjá tær – tú gavst Mær ikki vatn til føtur Mínar, men hon vætti føtur Mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum.
45: Tú gavst Mær ongan koss, men hon helt ikki uppat at kyssa føtur Mínar, frá tí Eg kom inn.
46: Tú salvaði ikki høvd Mítt við olju, men hon salvaði føtur Mínar við salvu.
47: Tí sigi Eg tær: Hinar mongu syndir hennara eru henni fyrigivnar – hon hevur jú elskað nógv. Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið.“

Símun bjóðar Jeusi heim, og fór við honum sum við eini ”óynsktari vermóðir”. Ongan koss við inngongina. Ongin vaskaði føturnar, og ongin olja á høvdið, – sum tá á døgum var tað sama sum ikki at bjóða einum gesti vælkomnan.

Ella, um vit skulu spolað tíðina fram til í dag – ongin lat hurðina upp, tók frakkan frá honum, ella tók í hondina hjá honum.

Sínum ger onki fyri at fáa Jesus at kenna seg heima. Hann gloymir Jesus.

Men kvinnan ger alt sum Símun ikki gjørdi. Vit kenna ikki hennara navn, men vit vita at hon var ein syndari, ella syndafull kvinna – kanska ein skøkja.
Hon er í øllum førum ikki bjóðað til veitsluna og er helst heldur ikki væl dámd har í grannalagnum.

Men hon leggur ikki í, hvat fólk halda. Hon er ikki komin har fyri teirra skyld. Hon er har fyri Jesusar skuld. Alt, sum hon ger, er væl lagt til rættis og hon vil hava Jesus at kenna seg væl.

Hon hyggur at fótum Jesusar, sum enn eru skitnar og hon ynskir at vaska tær skitnu føturnar, so hann eisini kann føla seg vælkomnan.
Hon hevur ikki vatn, men hon hevur síni egnu tár.
Hon hevur onki handklæði, men hon hevur sítt egna hár.
Hon vaskar føturnar hjá Jeusi við tí, sum hon hevur.

Tá hon so hevur vaskað føturnar hjá Jesusi, opnar hon eina krukku við luktilsi, sum hon hevur tikið við, og smyr salvuna á føtur Jesusar.

Tú skuldi trúð, at Símun vildi víst hendan kærleikan. Er hann ikki samkomuleiðarin og bíbliulærarin?

Hvussu greiða vit frá muninum millum tey bæði? Var tað venjing ella lærdómur. Var annar klókari enn hin ella hvat?

Her síggja vit eitt øki, har Símun ikki kemur upp á halin á kvinnuni. Hugsa um tað! Hvat er tað, sum hon hevur fingið eyguni upp fyri, og sum Símun ikki hevur sæð ella fingið?

– Tað er sára einkult, og tað er Guds kærleiki. Vit vita ikki, hvussu hon fekk kærleikan, vit vita heldur ikki hvaðani hon fekk hann. Kanska hevur hon hoyrt Jesus tosað onkunstaðni, ja kanska hoyrdi hon hann siga, tað sum hann sigur í

Lukas 6;36 Verið miskunnsom, eins og Faðir tykkara er miskunnsamur!

Kanska onkur hevur sagt henni frá um, hvussu Jesus hevur grøtt lamin og spedalsk og sjúk og hvussu hann gekk um og gjørdi gott og boðaði kærleika.

Hon kom svang og tyst eftur at finna náði hjá Jeusi og hon visti, at hjá Honum fekk hon kærleika.

Símun, harafturímóti er enn ikki greiður yvir, at hann er tystur. Fólk sum hann hava ikki brúk fyri náði. Tey kjakast, analysera og granska heldur náðina enn at liva í henni.

Tað var als ikki tað, at Jesus ikki vildi fyrigeva Símuni. Símun bað bara ongantíð um tað.

Les vers 47. 7:47: Tí sigi Eg tær: Hinar mongu syndir hennara eru henni fyrigivnar – hon hevur jú elskað nógv. Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið.“

Vit kenna øll flogfarið hjá Boeing, 747 jumbojet. Eitt av heimsins størstu flogførum. Og hettar ørindið hevur breiðar veingir, akkurát sum ein jumbojet. Lukas 7:47: Tí sigi Eg tær: Hinar mongu syndir hennara eru henni fyrigivnar – hon hevur jú elskað nógv. Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið.“

Altso, vit kunnu ikki geva nakað, sum vit ongantíð hava fingið. Um vit ongantí hava fingið kærleikan, hvussu kunnu vit so geva hann víðari? Um vit ongantíð taka ímóti kærleikanum, hvussu kunnu vit geva hann víðari?

Vit gera so nógv við okkara egnu SERA avmarkaðu styrki. Vit vilja vera so góð ímóti øllum, grannunum, vinum og familju. Vit vilja øll elska.

Men kann tað vera, at vit mangla okkurt? Kann tað vera, at fyrsta stigið ikki skal vera yvir fyri øllum hinum, men heldur yvirfyri Gudi? Kann tað vera, at loyndarmálið við kærleikanum er fyrst at fáa hann og síðani geva hann víðari?

1. jóh, 4:19: Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst.

Men hygg her…

Vilt tú blíva meira kærleiksfullur og vísa meira kærleika? So byrja við hesum:

Ef 5:1: Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn,
5:2: og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!

Vit mugu vera sum børn.

Vilt tú læra at fyrigeva?

Les: Ef 4:32: Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!

Hava vit ringt við at lova øðrum framum okkum?

Fil : 2:6: Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri rán at vera javnlíki Guds;

Hugsa um hvat Gud hevur gjørt fyri okkum:

Rom5:8: men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.

og

Kunnu vit elska soleiðis sum hann sigur her?:

Lukas 6:35: Nei, elskið fíggindar tykkara, gerið gott, og lænið uttan at vænta nakað aftur! So skal løn tykkara vera stór, og tit skulu vera børn hins Hægsta; tí Hann er góður móti hinum ótakksomu og óndu.

Ikki uttan Guds hjálp. Tað kann ganga væl eina tíð, men so byrjar at gleppa.

Onki kemur av sær sjálvum. Vit elska ikki okkara konu, vinir ella familju av okkum sjálvum, vit hava brúk fyri Gudi!!

1. Jóh, 4:9: Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum.
4:10: Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara.

Og so sigur hann hesi rámandi orðini:
4:11: Tit elskaðu! Hevur Gud elskað okkum so, tá skylda eisini vit at elska hvørt annað.

Paulus biður eisini í

Ef.: 3:17: at Kristus við trúnni skal búgva í hjørtum tykkara,
3:18: so tit, rótfest og grundfest í kærleika, kunnu við øllum hinum heiløgu vera ment at fata, hvør breiddin, longdin, dýpdin og hæddin er,

Randi, kona mín, og eg keyptu eitt jólatræ á jólum í fyrraári. Tað stóð í kjallaranum nakrar dagar, og so tóku vit tað upp í stovuna. Randi pyntaði tað, og tað sá so flott út – eina tíð. Eftir at tað hevði staðið í einum fóti, sum vit høvdu keypt fyri 99.95 kr. í nakrar dagar, byrjaði tað at dryssa og tað byrjaði milt sagt at blíva eitt sindur skallutt, akkurát sum onkur… Meira vit komu undir tað, meira drússaði tað. Og tað endaði so við, at vit hirdu tað út gjøgnum vindeygað og koyrdu tað vekk.

Tað var skorið frá rótini og følnaði.

Símun hevði sama trupulleika. Hann sá gott nokk imponerandi út og var vællýddur millum fólk. Men hann manglaði tað týdningarmesta. Risti tú hann eitt sindur, so raplaði alt av honum.

Følir tú teg eisini soleiðis, kanska tá tú møtir onkrum sum tú hevur okkurt útistandandi við. Hevur tú ringt við at vísa kærleikan? Hevur tú ringt við at vísa tínum vinum, at tú ert góður við teir, ella skal man bara rista teg eitt sindur og so dryssar alt av tær?

Um vit liva eftir 747 princippinum, so fara vit ikki skeiv. Tak fyrst ímóti kærleikanum og gev hann síðani víðari. Tað er so sára einkult….

Fá orð tala meira til menniskju, sum tráa eftir kærleika, enn hesi orðini:

1. kor 13:4: Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
13:5: hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
13:6: hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
13:7: hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
13:8: Kærleikin fellur aldri burtur.

Royn og set títt navn ístaðin fyri orðið kærleiki.

———

Tað gongur ikki langt, ha? Ein sterkur sannleiki er, at ongin kann seta sítt navn har. Tað er ongin uttan Jesus sjálvur.

1. kor 13:4: Jesus er langmóðigur, er mildur; Jesus ber ikki øvund, Jesus reypar ikki, blásist ikki upp;
13:5: Hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
13:6: Jesus gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
13:7: Hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
13:8: Jesus fellur aldri burtur.

Gud elskar teg.
Persónliga, eymliga og við einari ótrúligari kraft.
Hansara kærleiki slær ongantíð feil, og um tú letur teg fylla av hansara kærleika, kanst tú eisini geva kærleikan víðari.

Lat okkum drekka og taka av hansara náði. AMEN

-Nógv av greinini og íblásturin til hana er úr bókini hjá Max Lucado, ”Just like Jesus” og úr Orði Guds.

Símun Jóannesarson Hansen, simunjhansen@mail.dk