Sunnudagin – 1. hvítusunnudag – kl. 11 verður møti og sunnudagsskúli í Kristnastovu – tó eitt sindur øðrvísi enn vit plaga, av tí at vit hava vitjan av Ebenezerkórinum. Vit hava fyrst eitt stutt møti við sangi, breyðbróting og einum boðskapi inn í salinum. Síðani verður farið útum, har kórið fer at syngja á tersassuni við urtagarðin. Eftir tað verður ein drekkamuður at fáa.
Annars verður sangløta sama dag kl. 19.30 í Føroyahúsinum, Vestergrogade 17A. Kbh. V
Eisini syngur kórið 2. hvítusunnudag kl. 19 í Skovlunde Frikirke, Metalbuen 42, Ballerup
Verið hjartaliga vælkomin!