Sjey spurningar til Pól í SkoriniFakta:
Navn: Pól í Skorini
Aldur: 30
Heimbýur/bygd í Føroyum: Tórshavn
Arbeiði/lesnaður: Skipsmeklari
Spurningar:
1. Nær komst tú til trúgv á Jesus?
Sum smádrongur – helst heima í Hanusargøtu.
2. Er tað okkurt vers í bíbliuni, sum hevur verið til serliga signing fyri teg?
Róm. 8.38-39. Eg elski víttgangandi útsagnir um kærleika Guds. Og eg havi krøkt meg í hasi versini ofta.
Ef. 2.10 “…skapt til góð verk”. Eg gleði meg um at hava fingið eitt lívsendamál, sum Frelsarin sigur er gott.
3. Hvat leingist tú serliga eftir í Føroyum?
Vinfólki, Mammu og Babba, Hebron í Leirvík, brekkutúr, B36, at støkka inn á gólvið, og at onnur støkka inn á gólvið, sjóluft, sólsetur…
4. Er tað onkur bók (bíblian undantikin), sum hevur havt serstakan týdning fyri teg?
Narnia søgurnar – sum mamma læs fyri okkum, tá eg var smádrongur.
Ævisøgan um Keith Green gjørdi stórt inntrykk á meg sum teenagari.
Sum vaksin: Mere Christianity hjá C.S. Lewis. Soul Survivor hjá Yancey. The Knowledge of the Holy, Tozer og aðrar.
5. Hvørji góð ráð vilt tú geva teimum, sum koma niður til Danmarkar?
Anda djúpt inn, og ikki fara í panikk. Tað tekur tíð at venja seg við Keypmannahavn. Finn tær eitt andaligt heim, og ver aktivur har, so tú mennist. Tá tú hevur verið her eina tíð og ert blivin ein partur av felagsskapinum, gloym ikki at tað er lætt at fella uttanfyri.
6. Hvønn søguligan persón hevði tú viljað hitt?
Jens John Østerø, og spurt hann hvussu hann altíð hevði góða tíð til okkum smádreingir. Corrie ten Boom í samrøðu um fyrigeving. C. S Lewis, John Wycliffe, Victor Danielsen, Charles Dickens, Bill Shankly, Trónd í Gøtu o.s.fr…
7. Hvønn týdning leggur tú í orðini – “Tann ið trýr hevur ævigt lív”?
Orðini eru persónlig, til mín. Og tey geva trygd fyri ævigum lívi nú og her. Ævigt lív skilji eg ikki bara sum eitt óavmarkað tíðarskeið – kvantitet, men hugtakið viðvíkur eisini lívsinnihaldi – kvalitet og kontinuitet.