Aftur til kross Kristusar

Samkoman í Korint hevði trupuleikar. Korint var ein verðsligur býur – ikki ólíkur Keypmannahavn. Har var mentan, list og heimspeki, men eisini nógv synd og gudloysi. Í Paulusar fyrra brævi sínum til samkomuna merkist, at hann er órógvaður um støðuna. Hvussu kann hann leiða tey aftur á beint?Evangeliið um Kristus var komið til Korint við Paulusi og fylgdarmonnum hansara og samkoma varð stovnað umleið ár 54 eftir Kristus. Eini 7-8 ár eru farin, síðani vekingina, so samkoman er framvegis ikki serliga gomul, tá Paulus skrivar til hennara. Tíverri er tað eydnast sálarfíggindanum at koma inn, soleiðis at ólag, siðloysi og drykkjuskapur hevði snýkt seg inn. Ymisk viðurskifti, sum Paulus má áminna samkomuna um, og tað ger hann eisini í hesum brævinum.

Men hann leggur út við sjálvum grundarlagnum og minnir korintmenn á byrjanina. Tá Paulus kom til Korint, ja so var tað ikki við endaleysum argumentum, trætum og sjónarmiðnum, tí eg setti mær fyri einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus og Hann krossfestan. (1. Kor. 2,2.)

Paulus hevði sjálvur ein vitnisburð, sum hevði virkað við megi í hansara lívi. Hann hevði upplivað eina kollvelting uttan fyri Damaskus. Hann hevði merkt kraftina frá krossi Kristusar. Og hesari kraft vildi hann ikki sleppa. Hon var ein berandi partur av vitnisburði hansara. Eg eri krossfestur við Kristusi, sigur hann í Gal. 2,20.

Vitnisburðir okkara ljóða ikki líka – kortini hava vit eitt til felags, soframt vit eru kristin. Vit eru øll komin til Kristus og kross Hansara. Tey flestu okkara hava ein einfaldan vitnisburð. Tí evangeliið er ikki bygt á hugssjónir og tankar menniskja, men á ein persón, Jesus Kristus og verk Hansara. Og felags vitnisburður okkara er soleiðis sum vit plaga at syngja:

Har við krossin skelvandi, tú á harri fanst meg.
Har við tínum kærleika, fast til tín tú bantst meg.

Paulus vildi ikki at tala hansara skuldi vera grundað á nakað annað. Hann kundi havt oyst út av síni teologisku vitan, og hann sigur eisini seinni í nevnda kapitli “vísdóm tala vit fyri hinum vísu”. Men hann var greiður yvir, at tað var ikki har, ið kraftin var at finna.

Nógvir av Harrans monnum hava verið gávaðir talarar. Teirra millum Charles Spurgeon, D.L. Moody, John Wesley og Billy Graham – bert fyri at nevna nakrar. Men hvar var kraftin. Teir boðaðu krossins evangeliium, kraft Guds til frelsu. Og Harrin signaði tænastu teirra. Mong túsund vóru vunnin fyri Kristus við hesum monnum.

Tað hevur staðið nógv á hjá mongum ungum trúgvandi sum komu á skúla í Keypmannahavn. Minnist, at eg vitjaði mann í Føroyum fyri mongum árum síðani. Hann átti ein son í Keypmannahavn, sum áður plagdi at savnast við teim trúgvandi, men tað gjørdi hann ikki longur. Eg minnist henda mannin siga hetta um son sín: Hann gjørdist ov klókur. Vísdómurin í hesum heimi hevði yvirtikið hjarta og hugsanar hansara, tíverri.

Hvar eru vit stødd í mun til kross Kristusar. Hava vit verið har? Er tað har, vit standa í dag? Samkoman í Korint trongdi til at vera mint um at koma aftur til kross Kristusar. Og tá ið synd, hjartakuldi og mótloysi koma á leið okkara, so treingja vit til tað sama. Tað er bert har, at fyrigeving, uppreisn og endurnýggjan eru at finna, sum vit hava brúk fyri aftur og aftur.

Øssur Berghamar