“Hvussu eitur tú, og hvat gerst tú?” Tað eru spurningarnir, sum verða settir, tá onkur møtir mær fyri fyrstu ferð. Onkuntíð skal eg eisini greiða frá mínum familjubondum, so fólk kunnu seta meg í eina størri heild (í bás). Hvussu eg eiti, og hvat eg geri, eru tey eyðkenni, sum definera meg. Eg leggi ikki út við at siga, at eg eri trúgvandi, gangi á møti ella hoyri til eina samkomu. Tað er ikki ein eins týðandi partur av mínum identiteti, sum mítt arbeiði.
Eg býti mítt lív upp í kassar, verðsligar og andaligar. Og tað er eingin samanrenning millum tað verðsliga og andaliga. Tá eg eri til arbeiðis, blandi eg ikki nakað andaligt uppí, og tá eg eri á møti, hevur tað ikki so nógv við mítt gerandislív at gera. Mánadag til fríggjadag livi eg av ”breyði eina”, og sunnudag fái eg mær ein bita av Orði Guds. Gerandisdagurin er eyðkendur av stremban eftir einum góðum úrsliti. Eg skal hava góðan karakter, ella hendan verkætlanin skal eydnast, og aftaná skal eg kunna njóta lívið uttan nakað stress. Alt gott um tað. Men endin kann vera, at Gud og tað andaliga verður trýst burtur frá miðdeplinum og longur út í útjaðaran, og eingin samanrenning er millum tað andaliga og tað verðsliga. Tey passa ikki saman, og tað andaliga gerst eitt “extra optional accessory” í tilverðuni, ytst í útjaðaranum.
Nær skulu vit so hoyra Guds rødd í gerandisdegnum?
Hugsið tykkum um á legu
tykkara, og verið stillir! – Sela. (Sálmur 4,5)
Eg livi sum um, at tað, sum er her og nú, er tað mest umráðandi. Men tað er munur á tí átrokandi og tí umráðandi. Tað átrokandi má ikki troka tað umráðandi av vegnum.
Fyri at fáa tað andaliga og verðsliga at renna saman í eina heild, skal eg grunda á og lurta eftir Guds rødd – steðga á, vera stillur og lurta. Tí Gud vísir seg, tá vit minst vænta tað. Í einum lítlum barni, í einum tanka, í einum loti, meðan eg lesi í Bíbliuni ella onkrum øðrum, sum vit ikki roknaðu við.
Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus. (Jóh. 17,3)
Er pláss til tað? Vænti og vóni eg, at Gud kann bróta ígjøgnum tað boygda, skeiva, særda og náðileysa lívið og vísa okkum Seg, so vit kunnu fylgja Honum?
At geva Gudi rúm í gerandisdegnum, er at trúgva at tað æviga lívið “er at kenna hin einasta sanna Gud, og Jesus Kristus”, og at tað æviga er tað umráðandi. Gud letur okkum ikki standa vónbrotin eftir. Hann ynskjir at vísa sítt loyndarmál, sín kærleika, sína rættvísi og sítt endamál við lívinum og tilveruni.
At grunda er ikki at vera passivur, men tað er at sleppa illusiónini, at eg eri miðdepilin, og at ynskja at hoyra Guds rødd, og koma at kenna Hann. So verður úrsltið ein verulig samanrenning av tí verðsliga og tí andaliga lívinum, og alt okkara lív – bæði arbeiði, skúli, frítíð, barnauppaling, hjúnarband, møti, ítróttur osfr. – fær eitt andaligt perspektiv. Og lívið gerst ein heild.
Pól í Skorini