
Hann kann brúka teg til at gera tann munin, sum skal til, tá tað ræður um at boða boðskapin um Hansara kærleika og at nema hjørtuni hjá øðrum.“Tí eygu Harrans skoða um alla jørðina, og Hann letur síggjast, at hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum……” 2 Krøn.16.9
Gud hevur kallað okkum at tæna – júst har Hann hevur sett okkum. Hann væntar av okkum, at vit hava onkra tænastu. Mong tæna Honum við at virka í samkomuni. Onkur spælir t.d. okkurt ljóðføri ella er við í ungdómsarbeiði. Onkur annar undirvísir í orði Guds ella er við í øðrum samkomuarbeiði. Onnur tæna Honum úti á missiónsmarkini, á arbeiðsplássinum, í skúlanum ella heima við hús.
Gud kennir teg og veit, at hjarta títt ynskir inniliga at tæna Honum. Tú ert ein, sum Hann kann brúka til at gera tann munin, sum skal til, tá tað ræður um at boða boðskapin um Hansara kærleika og at nema hjørtuni hjá øðrum. Hvat hevur kvalifiserað teg til henda stóra frammihjárætt at vera brúktur av Honum? Er tað tí tú ert so gávuríkur, er tað tín persónsmenska, tín útbúgving, tín ávirkan ella títt umdømi? Nei, tað er einki av hesum. Tí tað sum er avgerandi er, hvussu títt hjarta er mótvegis Honum. Gud leitar altíð eftir teimum hvørs hjørtu eru yvirgivin til Hansara, so Hann ígjøgnum tey kann gera stórverk.
Onkuntíð verða vit leidd at hugsa, at Guds verk er bundið at okkum, er bundið at, hvat vit gera, og hvat vit vita. Sannleikin er, at Gud ynskir, at vit skulu verða fullkomiliga bundin at Honum. Hann er goymslan, vit eru íløtini; Hann er víntræið, vit eru greinarnar; Hann er hitt livandi vatnið, vit eru leiðingarnir, sum Lívsins vatn kann renna ígjøgnum.
Ápostlinum Pætur tørvaði at læra henda týdningarmikla sannleikan. Jesus lærdi hann úrslitaloysi í at royna at náa úrslitum gjøgnum sítt egna stríð við at lata hann – ein serfrøðing innan fiskivinnu – arbeiða alla náttina uttan at fáa ein einasta stert. Seinni, tá hann fylgdi Jesu orðum, og kastaði nótina út á dýpið, fekk Pætur eina veiðumongd, sum var langt omanfyri tað, hann nakrantíð hevði droymt um.
Sum Hansara tænarar eiga vit at minnast til, at okkara tænasta er Hansara hugskot og ikki okkara. Tað er Hann, sum kennir okkum, hevur kallað okkum og hevur givið okkum førleikan at tæna Honum. Verð verandi sannur, verð verandi trúgvur, verð verandi stillur og verð verandi fullkomiliga bundin at Honum.
Gud leitar ikki eftir teimum klóku, men eftir teimum, sum eru opin fyri hansara vísdómi.
Hann leitar ikki eftir teimum gávuríku, men eftir teimum, sum hann kann vera alt fyri.
Hann leitar ikki eftir teimum máttmiklu, men eftir teimum, sum hann kann vísa sína almakt ígjøgnum.
Inga Simonsen umsetti