
Tann 15. apríl í ár, eru 100 ár liðin síðan “Titanic” sakk. Tey, ið hava sæð filmin “Titanic”, kenna søguna um henda stóra bát, ið fólk søgdu ikki kundi søkka – summi søgdu enntá, at Gud var ikki mentur at søkkja “Titanic”.

Hollywood gjørdi ein film um hesa hending, ein film, ið øll vilja siga er ein kærleiksfilmur, men ein onnur kærleikssøga fór eisini fram tann dagin, har ein maður bleiv bjargaður tvær ferð.
29. mai 1872 bleiv ein drongur borin í heim, ið kallaðist John Harper. Sum 13 ára gamal kom John Harper til trúgv á Harran Jesus Kristus, og sum 17 ára gamal byrjaði hann at tala Guds orð. Í 1896 var John Harper við til at stovna eina samkomu, sum í dag er kend sum “Harper Memorial Church”, ið liggur í Glasgow. John Harper bleiv giftur, og saman við konu síni fingu tey eina dóttur, ið kallaðist Nana, men stutt eftir at Nana varð fødd, doyði kona hansara og hann varð einkjumaður.
Tann 10. apríl tá “Titanic” sigldi frá Southampton, var John Harper og dóttirin Nana millum tey 2224 ferðandi. John Harper varð bjóðaður at koma yvir í “Moody Church” í Chicago at tala. Tá “Titanic” tann 14. apríl rendi á eitt ísfjall, tók John Harper lítlu Nanu, og setti hana í ein av bjargingarbátunum og segði, at ein dag skuldi tey síggjast aftur. John Harper kundi sjálvur verið farin í bjargingarbátin, sjálvt um hann var mannfólk, tí hann var einkjumaður, men valdi at geva sítt lív fyri at leiða onnur til Gud. Tað sigst, at meðan orkestrið millum annað stóð og sang tann kenda sálmin, “Nærri mín Gud til tín, Nærri at tær”, gekk John Harper runt og vitnaði um Jesus. Sagt verður, at hann rópti: ‘kvinnur, børn og ófrelst yvir til bjargingarbátarnar’.
Millum tey 1528, sum endaðu í sjónum, var John Harper ein av teimum. Hann svam aftur og fram og segði fólki frá um frelsuvegin. Hann kom fram á ein mann, ið ongan bjargingarvest hevði, men helt fast í onkrum, ið lá og fleyt. John Harper spurdi mannin um hann var frelstur, men svarið var nei. John Harper fortaldi hesum manni, at um hann trúði á Harran Jesus Kristus, so kundi hann verða frelstur, men svarið varð enn nei. John Harper fór síðan úr sínum bjargingarvesti og segði, at hann hevði meir brúk fyri honum enn hann, tí sjálvur fór hann ikki niður men upp. John Harper kom seinni aftur til henda mann, ið tá valdi at venda við og taka ímóti Jesusi sum sín persónliga frelsara. Av teimum 1528 fólkunum, ið endaðu í sjónum, var hesin maðurin, sum John Harper leiddi til Gud, ein av teimum 6 fólkunum, ið yvirlivdi. Uttan bjargingarvest bleiv John Harper skjótt veikari og veikari; sagt varð, at tað síðsta, sum hann rópti áðrenn hann druknaði, var frá Ápostlasøguni 16:31: “trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur”.
4 ár seinni møttust tey, ið yvirlivdu frá “Titanic” vanlukkuni. Tá fór hesin maður, ið sigst at verða tann síðsti, sum John Harper leiddi til frelsu, upp við tárum og greiddi frá, hvussu John Harper hevði leitt hann til Gud.
Eg haldi, at hetta er ein hugtakandi kærleikssøga um ein mann, sum livdi eitt lív saman við Gudi, og sum upplivdi Guds kærleika so stóran, at hann valdi at geva sítt lív við at vitna um Gud til sín síðsta andadrátt, so onnur fólk eisini fingu møguleika at koma til Gud og kenna Hansara stóra og treytaleysa kærleika. John Harper var klárur til ævinleikan, tí hann visti, at hann skuldi liva í ævir saman við Gudi í himli, og einki annað var meir umráðandi fyri hann, enn at fólk vóru klár til at doyggja og koma til himmals.
Sum tey, ið lógu á sjónum, fara vit øll inn í ævinleikan ein dag, eingin veit nær, tað kann verða í dag ella í morgin. Men eitt er tó vist, og tað er, at vit øll doyggja ein dag. Hvussu er við okkum, við mær og við tær, eru vit klár til at doyggja? Hava vit tikið ímóti Jesusi sum okkara persónliga frelsara so vit koma til himmals ein dag?
Eftir Sólgerð Hvidbro
Keldir:
http://www.thinkingagain.com/html/titanicsaved.html