
Tankar úr kendu og nógv nýttu andaktsbókini “Alt for Ham” av Oswald Chambers. Umsett hevur Jørundur Hansen.“Brann ikki hjartað í okkum,…” (Lukas 24:32).
Okkum tørvar at læra loyndarmálið um brennandi hjartað. Brádliga opinberast Jesus fyri okkum, eldar kyndast í okkum, og vit síggja undurfullar sjónir; men tá tørvar okkum at goyma loyndarmálið um brenndandi hjarta – eitt hjarta, sum kann fara ígjøgnum alt. Tað er vanligi gerandisdagurin við teimum uppgávum og fólkum, sum hann inniber, sum køvir brennandi hjarta – uttan so at vit læra at dvølja í Jesusi.
Mesta kvølin, ið vit sum trúgvandi kenna, stendst ikki at synd, men heldur tí vit eru óvitandi um lóg náttúru okkara. Til dømis eiga vit bert at nýta eina roynd, táið vit skulu avgera um vit skulu húsa eini kenslu ella ikki, og hon er at royna, hvat enda úrslitið verður. Hugsað um støðuna gjølliga, og um úrslitið hevði verið fordømt av Gudi, so steðga alt fyri eitt.
Men er tað ein kensla, ið Heilagi Andin hevur kynt, og tú ikki letur hana fáa vilja Guds við tær, so endar tú á einum lægri støði, enn Gud hevði tilætlað tær. Soleiðis eru veruleikafjar og ov kensluboðin menniskju samansett. Tess sterkari kenslan er, tess meiri kann hon oyðileggja, um hon ikki verður brúkt soleiðis, sum hon eigur at vera. Hevur Andi Guds talað til tín, so tak so mangar avgerðir sum til ber, soleiðis at tú ikki fært tikið tær aftur, og lat so fylgjurnar blíva, sum tær blíva.
Vit kunnu ikki blíva við at dvølja á “umbroytingarfjallinum” og har njóta kensluna av at vera á fjallatindinum (hygg Markus 9:1-9). Men vit mugu lýða ljósið, ið vit fingu har, og vit mugu føra tað út í lívið. Tá Gud gevur okkum eina sjón, mugu vit føra hana út í lívið, líkamikið hvat tað so kostar.