
Hvørt hálvár verður samkoman í Kristnastovu undirvíst í onkrari av bókunum í Bíbliuni. Bókin hetta semestrið verður Opinbering Jóhannesar. Ætlanin er at ganga ígjøgnum fimm teir fyrstu kapitlarnar í bókini, sum á mangan hátt eru sera viðkomandi í okkara tíð.Rithøvundur og dagfesting
Opinbering Jóhannesar er helst skrivað av ápostlinum Jóhannesi, sum eisini hevur skrivað Evangeliið eftir Jóhannes og tey trý Jóhannesarbrøvini. Bókin snýr seg um nakrar sjónir og opinberingar, sum Jóhannes fekk, meðan hann sat fangi á oynni Patmos. Sannlíkt er, at bókin er skrivað um ár 95 e.Kr, meðan Domitian var keisari í Róm.
Bakgrund
Undir Nero keisara upplivdu tey kristnu svára atsókn, serliga árini 64-68; tað var undir hesari forfylging, at ápostlarnir Paulus og Pætur doyðu blóðvitnisdeyðan. At kalla ongar forfylgingar vóru undir tveimum teim næstu keisarunum, Vespasian og Titus, men undir Domitian tóku forfylgingingarnar seg upp aftur. Keisaranum dámdi ikki, at tey kristnu játtaðu Jesus sum Harra og tí noktaðu at tilbiðja keisaran. Bókin er tískil skrivað í einari tíð, tá kristin blivu atsókt.
Innihald og boðskapur
Opinberingin kann býtast upp í tveir høvuðs-partar: Í fyrra parti (kap. 1-3) eru brøv til sjey samkomur í Lítlaasia. Hesi sjey brøvini eru ein beinrakin lýsing av andaligu støðuni hjá sjey ymiskum samkomum. Brøvini byrja við einari stórslignari lýsing av Kristusi, sum í hvørjum brævi kann siga við samkomuna: “Eg veit…” hetta ella hitt um teg (2:2,9,13,19; 3:1,8,15). Síðani fær hvør samkoma rós, ábreiðslu, áheitan og eitt lyfti frá Kristusi, alt eftir sum andaligi standurin er (sí talvu á næstu síðu).
Annar partur (kap. 4-22) inniheldur eina røð av sjónum og opinberingum um framtíðina. Sjónirnar snúgva seg um uppreistur óndskaparins mót Gudi, Guds vreiði og revsing av tí illa, niðurlag Satans, komu Kristusar, túsundáraríkið og at enda heimsins undirgang og skapanina av eini nýggjari jørð og einum nýggjum himli, har óndskapur og líðing ikki eru, har deyði og sorg, skríggj og pína hoyra eini farnari tíð til.
Atsókn, ranglæra og synd
Opinberingin er skrivað til kristin, sum ikki bert upplivdu likamliga atsókn. Fleiri av samkomunum stríddust eisini ímóti ranglæru. Falskir profetar ferðaðust um og royndu at villeiða tey trúgvandi við sínum ranglærum. Harafturat vórðu samkomurnar ávirkaðar av lívsstílinum hjá siðleysum persónum. Úrslitið var, at kristin byrjaðu at slaka í moralskum spurningum.
Jóhannes var greiður yvir, hvør upprunin var til atsóknina, ranglæruna og syndina. Hesi vóru øll úrslit av ávirkan Djevulsins. Aftan fyri ítøkiligu spenningarnar í Lítlaasia leikaði á eitt ósjónlig stríð millum Kristus og Antikrist, millum Lambið og Drekan, millum “hin heilaga staðin” Jerúsalem (samkomuna) og “hin stóra staðin” Bábylon (heimin). Djevulin leyp á úr fleiri ymiskum ættum. Sum nevnt, viðhvørt vóru álopini likamlig atsókn. Aðrar tíðir vóru álopini intellektuel, tá ranglærurnar gjørdu um seg, og uppaftur aðrar tíðir vóru álopini moralsk, tá kristin vórðu trýst til at lækka teirra moralska standard.
Somu vandamál gera seg galdandi í dag. Summar samkomur uppliva likamliga mótstøðu og atsókn. Aðrastaðni berjast kristin ein intellektuellan bardaga móti skaðiligum ideologium ella materialistiskari filosofi. Uppaftur aðrastaðni stríðast samkomur mót moralskum forfalli, tí heimurin roynir at lokka tey trúgvandi at hugsa og liva sum heimurin.