
Í dag verður nógv tosað um netverk. Ikki minst her í Keypmannnahavn er tað aktuelt, tí einsemið er stórt. Hóast fólkið er nógv í tali, so eru mong familjubond veik. Og ofta er lítið ella einki samband millum fólk, ið annars eru nærmasu grannar. Mong liva og doyggja í einsemi í stórbýnum.Vit hava øll brúk fyri netverki. Vit vilja fegin merkja, at onnur menniskju eru har fyri okkum – ikki minst tá torførar og truplar tíðir eru í lívi okkara. Og her hava vit øll eisini eina felags ábyrgd yvir fyri hvørjum øðrum. Vit, sum búgva í Keypmannahavn, eru umgird av fólki, sum kenna seg gloymd og einsamøll – teirra millum nógvir føroyingar. Netverkið er ikki har.
Menniskju kunnu tíverri gloyma okkum. Og vinir kunnu svíkja, tá á stendur. Menniskjalig netverk halda ikki altíð. Tí er tað gott at kenna Hann, sum var vinur teirra, sum kendu seg einsamøll, Jesus Kristus. Hann møtti einum vinaleysum tollara á samtíð síni og segði: “Ídag skal Eg vera til hús hjá tær.” Og Sonur Guds kundi siga við ein doyggjandi ránsmann “Í dag skalt tú vera hjá mær í Paradísi.” Hann var har – bæði fyri tann livandi og tann doyggjandi.
Tí kundi ein eldri, føroysk einkja á Nørrebro, sum nú ikki longur er millum okkara, siga “eg eri ikki bangin og kenni meg ikki einsamallan.” Hon trúi á Kristus og hvíldi í Honum. So var hon sjálvandi eisini glað fyri at fólk viðhvørt hugdu inn á gólvið hjá henni.
Tá ið Harrin Jesus er harri og frelsari okkara, hava vit ein vin, sum er nærverandi, tá onnur eru fráverandi. Hann er mangan meiri enn eitt netverk. Hann hevur lovað at vera við okkum allar dagar. Og tað lyftið fer hann at halda. Sum ein sangur tekur til:
Nær hann er mær allar dagar
ríka náði hans er nær
og tá mest eg til Hann treingi,
stendur trúgvast hann við mær.
Tað er gott at vita mitt í einari verð, ið er merkt av ótryggleika, ótta og einsemi.
Øssur Berghamar