Ein nýggj byrjan

Summarfrítíðin er av, og nú verður aftur farið í skúla og til arbeiðis. Nýggir útisetar í Keypmannahavn eru júst byrjaðir uppá eitt nýtt tíðarskeið í lívinum – útisetalívið! Tey eru byrjað í nýggjum skúla ella nýggjum arbeiði – og tað er ein nýggj byrjan.

Eisini teir “gomlu” útisetarnir eru farnir undir enn eitt arbeiðs- ella skúlaár. Fyri teir er skúlin ikki nýggjur og arbeiði er ivaleyst hitt sama. Og kortini er tað ein nýggj byrjan, tí teir standa framman fyri nýggum avbjóðingum og avgerðum!

Henda tíðin kann gerast ein nýggj byrjan á andaliga økinum. Tað kann
verða, at tú, sum lesur hesar reglur, ongantíð hevur fingið nakrað andaliga byrjan ella at tú ert fallin og hevur mist samfelagið við Harran. Tað fantastiska er, at Gud elskar teg og longist eftir at geva tær ein nýggjan kjans og eina nýggja byrjan.

Gud gav sín Son í deyðan fyri at vit skulu fáa hitt æviga lívið. Og um vit venda okkum frá syndini og trúgva á Jesus, verða vit fyrigivin og fáa eitt spildur nýtt lív. Eitt lív, sum er merkt av djupum friði og vissuni um, at Jesus elskar meg.

Men her er meir! Tí Gud er eisini fúsur at endurnýggja teg, sum ert trúgvandi og hevur mist samfelagið við Hann. Treytin er, at tú játtar tína synd og vendir tær frá henni. Tá kannst tú uppliva andaligu endurnýggjanina, at Harrin gevur tær eina nýggja byrjan!

Niels Pauli