Ein nýggjársbøn

25. desembur 2007 andaðist William McDonald, sum m.a. skrivaði bóklingin við “Hugsa um framtíð tína,” ið nógvir føroyingar hava lisið. Hetta er ein nýggjársbøn skrivað av William McDonald, sum vit gera væl í at lesa og gera til okkara egnu bøn.”Hesin mánaðurin skal vera fyrsti mánaður hjá tykkum; við hesum mánaði skal árið byrja hjá tykkum.” 2. Mós.12.2

Nýggjárslyfti eru góð, men viðbrekin. Tað vil siga, at tey kunnu brotna av lítlum og ongum. Betri er við nýggjársbønum; tær røkka upp til hásæti Guds og seta svarhjólini í gongd. Sum vit enn einaferð eru farin inn í eitt ár, so gera vit væl í at gera hesa bønina okkara egnu:

Harri Jesus, eg halgi Tær í dag lív mítt av nýggjum. Eg vil hava Teg at taka lív mítt hetta komandi árið og brúka tað til Tína æru. “Tak mítt lív og veri tað halgað, Harri, tær hvønn dag!”

Eg biði Teg um at varðveita meg frá synd, varðveita meg frá einum og hvørjum, ið vanærir navn Títt.

Ger, at eg verði fúsur at læra frá Heilaga Andanum. Eg vil gera framstig fyri Teg. Lat meg ikki sláa meg til tols við, at alt er, sum tað plagar.

Gævi slagorð mítt hetta árið verður: “Hann skal vaksa, og eg skal minka:” At heiðurin einans verður Tín. Hjálp mær ikki at nerta hann.

Lær meg at gera eina og hvørja avgerð til eitt bønarevni. Eg eri so bangin fyri, at eg skal fara at líta á vit mítt. “Eg veit, HARRI, at menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, at ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!” Jer.10.23.

Gævi eg doyði fyri heiminum, ja, sjálvt góðkenning ella last frá mínum kæru ella mínum vinum. Gev mær einans longsul: Eitt reint ynski um bert at gera tað, sum toknast Tær.

Varðveit meg frá slatri og at finnast at øðrum. Hjálp mær heldur at tala tað, sum er uppbyggjandi og gagnligt.

Leið meg til sálir, ið hava ein tørv. Mátti eg verðið ein vinur syndara, eins og Tú ert. Gev mær kærleikstár um tey, ið fortapast. Hjálp mær at hyggja at fólkaskaranum, eins og Frelsari mín gjørdi, til eygu míni vætast av tárum, og lat meg hyggja at burtvilstu lombunum við samkenslu og elska tey, tí eg elski Teg.

Harri Jesus, varðveit meg frá at gerast kaldan, beiskan ella kensluleysan – hóast alt, ið kann henda meg í mínum lívi sum trúgvandi.

Leið meg, hvussu eg skal handfara pening. Hjálp mær at vera góðan húshaldara yvir einum og hvørjum, sum tú hevur litið mær upp í hendur.

Hjálp mær løtu fyri løtu at minnast, at likam mítt er tempul Heilaga Andans. Gævi hesin veldigi sannleiki ávirkaði allan atburð mín.

Og, Harri Jesus, eg biði, at hetta skal vera árið, tá Tú kemur aftur. Mær leingist eftir at síggja andlit Títt, falla fyri føtur Tínar og tilbiðja Teg. Gævi hin signaða vónin gjørdist frísk og klár í hjarta mínum og helt meg burtur frá øllum, sum bindur meg her og hindrar mær at standa á tá, sum eg vænti komu Tína. “Kom, Harri Jesus!”