Ein stórbýur við nógvum avbjóðingum

Í sambandi við fríggjakvøldssamkomuna 8. septembur, sum var eitt serligt kvøld fyri nýggjar útisetar, var ein faldari útbýttur við nøkrum andaligum leiðbeiningum, sum eisini kunnu lesast her.

Víst er tað spennandi fyri ein ungan føroying at koma niður til ein stórbý sum Keypmannahavn. Her eru avbjóðingar og tilboð, har lítla føroyska samfelag okkara ikki megnar at vera við – bæði útbúgvingar, skeið, arbeiði og annað. Her finst ein spennandi miðbýur við fjølbroyttum, litríkum tilboðum. Her kanst tú uppliva so mangt, sum tú ikki hevur verið við til áður. Stórbýurin hevur so nógv at bjóða einum ungan útiseta í bestu árum.

Men vandarnir eru eisini tilsteðar. Keypmannahavn er ein býur við nógvum gudloysi. Og freistingin hjá einum ungum trúgvandi at gera ymist, sum ein ikki vildi gjørt heima, er stór. Fyri tann, sum ikki er rótfestur andaliga, kann útisetatíðin gerast ein tíð sum er meira til skaða enn gagn. Umvent, so kann hann vera við til at menna og búna hin kristna. Tí hesi ráð, sum vónandi kunnu vera til hjálp:

1. Røk persónliga andaliga samfelagið

Eins og tú hevur fastar tíðir til skúlatímar o.a. – so set stillu løtuna saman við Harranum ovast á skránni. Les í Orðinum, tala við Harran – og tak Hann við í øllum spurningum og avgerðum. Orðið og bønin eru berandi súlur í persónliga trúarlívinum.

2. Søk góðan felagsskap

Góðir vinir og sunnur felagsskapur hevur eina varveitandi ávirkan á lív okkara. Orðið sigur, at “ringur felagsskapur spillir góðar siðir”. Tað eru nógv støð og felagsskapir í Keypmannahavn, sum bert hava eina oyðandi ávirkan á lív hins kristna. Søk tí støðugt samfelag við trúgvandi – savnast við teimum, og ger tað til ein vana at koma regluliga í ta samkomu, tú gongur í.

3. Skap góðar vanar

Tað sum vit gera, gerst skjótt til vanar í lívinum og síðani til eitt fast lívsmynstur. Skap tær vanar, sum gera, at tú kanst mennast og búnast bæði andaliga og tímiliga. Regluligar máltíðir og likamsrørsla er sunt fyri likamið – meðan eitt regluligt andaligt lív er sunt fyri sálina.

4. Gríp kjansirnar at siga, hvør tú ert

Jú skjótari, tú markerar teg sum ein kristin, tess betur. Tað er nógv tos um trúgv og trúarlív ídag, so kjansirnir eru nógvir. Lat fólk vita at tú er ein persónligur kristin. Í mongum førum respektera fólk tað, at ein hevur eina støðu. Trúgvandi føroyingar undir útbúgving hava eina stóra missiónsmark rundan um seg. Og Harrin Jesus vil æra hvønn tann, sum kennist við Hann.

5. Statt á sannleikans síðu

Í einum samfelag, sum hevur vent sær burt frá Gudi og orði Hansara, verður nógv lært, sum stríðir ímóti teim sannleikum, sum tú hevur lært í Orði Guds. Men lat teg ikki ríva við. Statt stinnur í stríðnum. Sel ikki framíhjárættin. “Halt fast við tað, tú hevur, so eingin skal taka krúnu tína”. (Op.3,11) Halt fast við tínar sannføringar og fólk vilja respektera teg fyri tað. Vit hava einki at skammast við – tvørturímóti.

6. Set mørkini sjálvur

Tað er ein annar hugburður í Danmark enn heima í Føroyum. Ein annar mentalitetur – m.a. tá tað snýr seg um ymsar siðir – eitt nú nýtslu av rúsandi drykki. Her er neyðugt at halda fast um sína sannføring. Set mørkini sjálvur, og lat ikki heimsins fólk siga tær, hvat tú skalt gera. Heimurin vil gjarna seta dagsskránna fyri teg – men tað skalt tú gera sjálvur. Ver ikki bangin fyri at hava eina øðrvísi støðu enn heimurin – tú verður ikki minni virdur fyri tað.

7. Ger raðfylgjuna rætta

Ein røtt raðfylgja er neyðug, um vit skulu náa teim málum vit hava sett okkum.

Um ein er komin niður til Danmarkar – eitt nú í lestrarørindum – má útbúgvingin vera eitt av málunum, sum miðvíst má arbeiðast fyri. “Lat allar leiðir tínar miða á málið” stendur í Orðtøkunum. Og rætt er tað, men Jesus sigur eisini, at vit skulu søkja “ríki Guds fyrst og rættvísi Hansara, og so skal alt annað verða givið okkum umframt.” Søk altíð ríki Guds fyrst – men ger samstundis títt besta fyri at náa tí máli, tú annars hevur sett tær.

8. Ver við í verki Harrans

Tørvurin á hjálparfólki er stór á nógvum økjum í verki Harrans. Samkoman verður borin uppi av sjálvbodnum kreftum, sum brúka tíð og orku á ymsum økjum.

Tað er eisini brúk fyri tær og teimum náðigávum, tú hevur fingið (og tað hevur tú). Vit búnast gjøgnum uppgávur og avbjóðingar. Ert tú í iva um, hvat títt øki kann vera, so ver ikki bangin fyri at søkja tær ráð og leiðbeining.

Heimaftur við dupultari signing

Vit, ið hava verið leingi í Danmark, hava sæð nógv ung, trúgvandi fólk koma og fara.

Hjá summum var útisetatíðin góð, tí tey hildu seg nær til Harran og fólk Hansara – og tey búnaðust undir tíðini í Danmark. Vit kunnu siga, at tey fóru heimaftur til Føroya við dupultari signing, tí tey gjøgnumførdu útbúgvingina – og haraftrat vóru tey andaliga ment og búnað, meðan tey vóru heimanífrá. Fleiri teirra eru leiðandi fólk í samkomunum í Føroyum ídag.

Hjá øðrum gekst verri. Tey mistu andaliga fótafesti, og fleiri teirra liva ídag eitt lív uttan andaligt samfelag við Harran.

Ynski mítt skal vera, at tú skalt vera millum teirra, sum fylgir Harranum fult og heilt – og fert at uppliva eina góða, gevandi og signingarríka útisetatíð í Danmark.

Øssur Berghamar