Er nakar ávøkstur at síggja í lívi okkara?

Fríggjakvøldið 24. oktobur talaði Øssur Berghamar. Evnið var ”Er nakar ávøkstur at síggja í lívi okkara?” Teksturin var Jóhannesar evang. 15,1-17. har Jesus umtalar seg sum hitt sanna víntræið og lærisveinarnar sum greinar av hesum. Her er nakað av tí sum kom fram undir taluni:

Heystið kom hesa vikuna – og kanska veturin við. Fyrst vindur og regn – og nú er kuldi. Alt kom knappliga. Trøðini t.d. í urtagarðinum í Kristnastovu eru tó vorðin standandi. Smáu greinarnar detta ikki av í storminum, tí har er lív, so leingi tað er knýtt til træið.

Jesus umtalar seg sjálvan sum hitt sanna víntræðið. Tað er einki alternativ til hann. Alt samband við himmalin gongur gjøgnum Hann. Og vit eru livandi greinar í hesum stóra træi.

Vit eru partur av størri heild

– Eitt træ er ikki bert rótin, men greinar og fruktir við. Myndin aðrastaðni er, at vit eru likam Kristusar og at Hann er høvdið. Vit eru í Kristusi – umboð Hansara her á hann her á jørð. Ei undur í at Gud er eymur um okkum. Víngarðsmaðurin, sum er Gud Faðirin sjálvur syrgir fyri at greinarnar á trøðunum hava tað gott.

– Vit eiga at síggja upp á hendan tekst við størsta álvarsemi. Ert tú trúgvandi: Harrin ynskir at síggja ávøkst. Tú ert ikki einsamallur, men partur av størri heild.

Harrin reinsar ta vaksandi grein. Styrkir um greinina. Sker kanska okkurt burtur, sum ger fortreð.

Sum skurðlækni sker í eitt likam, so má Harrin skera nakað burtur sum er ónyttugt. Ikki altíð behagiligt, men neyðugt.

Hvat meinast við at hann tekur burtur summar greinar og brennir tær?

Sera álvarsamur boðskapur her. Kann ikki merkja: fortaping fyri frelsta sál. Stutt frammanundan er hann komin við størstu trygdini fyri ast sálin er frelst, tá hann tosar um seyðin, sum hoyrir rødd hansara og fylgir Honum – sí Jóhs. 10.27-29.

– Viðhvørt má Harrin taka summi trúgvandi tilsíðis, sum vanæra navn Hansara. Tey eru ónýtilig í tænastu hansara. Paulus skrivar um tey sum eru sovnað burtur vegna at tey vóru veik. Trúgvi, at Harrin viðhvørt má siga við nøkur av sínum børnum: ”Tað er nógv betur, tú kemur heim við mær – hatta klárar tú ikki.”

Latið okkum vera verandi í Kristusi

At vera verandi í Kristusi merkir, at vit halda okkum støðugt tætt til hansara, sum er upphavið til alt andaligt lív. At vit vaksa andaliga. Standa ikki í stað – og lata standa til. Harrin ynskir at síggjan eina samkomu sum er livandi, sum blómar, tí menniskju vaksa og búnast og hava tey eyðkenni, at vit elska Jesus og hvør annan.
Latið okkum halga Harran Kristus í hjørtum okkara (1.Pæt.3,15) Tí skildir frá Honum kunnu als einki gera – sum Jesus ger lærisveinunum greitt í hesum boðskapi.