Eru dyrnar læstar?

Í Keypmannahavn stendur valla ein úthurð ólæst. Vit kenna øll til hetta, at standa uttanfyri og ringja á duraklokkuna – og bíða eftir einum lívstekni innanífrá, tí fólk vilja kenna seg trygg fyri óbodnum gestum.Soleiðis var eisini hetta sunnukvøldið í Jerúsalem, tá dyrnar vóru læstar hjá lærisveinunum – av ótta fyri jødunum. Har var í allar mátar ein afturlæst støða. Pætur og Jóhannes høvdu verið á grøvini og sæð at grøvin var tóm. Maria Magdalena hevði boðað frá, at hon hevði sæð Harran. Men tað hjálpti ikki upp á sálarmyrkur lærisveinanna – teir vistu ikki, hvussu alt hetta skuldi skiljast.

Men einar læstar dyr kundu ikki forða lívsins Harra at koma innum. Mitt í øllum myrkursins vónloysi hoyrdist hendan kenda og elskaða røddin á meistara teirra: “Friður verið við tykkum.” Einki at siga til, at gleðin var stór, og at tað stendur: “Tá vóru lærisveinarnir glaðir, tá ið teir sóu Harran.”

Men Jesus vildi ikki bara staðfesta veruleikan, at Hann var risin upp av deyðum. Hann hevði aðrar uppgávur eisini. Sum hin góði hirðin, ið gav lívið fyri seyðin, so vildi Hann sissa tey, ið syrgdu og ikki høvdu skilt uppreisnina – og samtala við lærisveinarnar, ið høvdu svikið Hann í royndarstundini.  

Hann opinberaði seg fyri tí grátandi Mariu Magdalenu, og sorgin varð umbroytt til gleði. Hann hjálpti tí ivandi Tummasi at vinna yvir sínum vantrúna svartskygni við at peika á hendur, føtur og síðu Sína. Hann tosaði kærleiksfult við Pætur, sum var niðarlaga í andanum, eftir at hava svikið meistara sín so dyggiliga. Og Pætur fekk sanna endurreisn – og ikki bara tað. Tí Jesus lat hann eisini vita, at ein týðandi uppgáva lá fyri framman.

Og soleiðis er harri og frelsari okkara enn ídag. Við Anda Sínum opinberar Jesus seg framvegis fyri ófullkomnum, fáttfalnum, og ivandi  lærisveinum, ið hava hug til at krógva seg aftan fyri læstar dyr – í staðin fyri at vera við í verki Hansara.

Hevur tú á onkran hátt stongt hjartadyrnar? Er mótloysi, vantrúgv og sálarmyrkur í hjarta tínum? So kann hetta kanska vera ein heilsan til tín: Jesus livir, og Hann ynskir at opinbera seg fyri tær.

Øssur Berghamar