
Kalt er í Keypmannahavn. Januar mánaði hevur ikki verið so kaldur í 23 ár. Og summi halda, at møguleikin fyri einum rættuligum ísvetri ikki er óhugsandi.

Kalt er eisini kring Kristnastovu. Onkrar dagar hava vit rættuliga merkt kuldan innanveggja. Tað er tó ongin trupulleiki, tí húsið hevur eina vælvirkandi fjarhita-skipan. So um tað er heldur kalt inni, opna vit enn meir fyri hitanum og skjótt er aftur fjálgt og gott innanveggja. – Men um fjarhitin skuldi svikið, høvdu húsini kólna skjótt til tað at enda ikki var liviligt í teimum. Ongin onnur hitaskipan er, og tí eru vit heilt bundin at fjarhita-skipanini.
Umstøðurnar hjá samkomu Guds á jørð eru ikki ólíkar umstøðunum hjá okkum í Kristnastovu. Í okkum sjálvum hava vit onga hitakeldu, men vit eru komin at kenna hann, sum er lívskeldan. Tá vit liva okkara lív saman við honum hava vit samband við ovnin, ið geva øllum andaliga stirdum menniskjum hita og lív.
Guds fólk býr í einum andaliga kaldum heimi. Og um vit tí sum einstaklingar ella samkoma missa sambandið við Jesus, stirna vit andaliga. Vit kunnu nú spyrja: Hvørju sjúkueyðkenni koma til sjóndar, tá ein samkoma byrjar at kólna andaliga? Eitt av sjúkueyðkennunum er ein minkandi hugur til evangelisering – at siga menniskjum at tey trongja til bjarging og at Jesus kann bjarga teimum.
Á enskum verður við hvørt sagt: “Evangelize or fossalize!” (“Renn við evangeliinum ella renn í stein!”). Einstaklingar og samkomur, sum ikki tíma at boða gleðiboðini um Jesus, enda við at “renna í stein” andaliga. Ein steinrunnin samkoma kann verða væl skipað og væl vitjað, men rómurin er farin og lívið kennist útvatnað.
Men fyri júst einari sovorðnari samkomu er vón: Tá ein steinrunnin samkoma aftur fær eina rætta sjón av hinum Alvalda, tá vaknar aftur longsulin at siga øðrum frá Jesusi og at síggja Gud bjarga menniskjum. Onki er so lívsjáttandi og motiverandi fyri eina samkomu, sum at síggja menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og at síggja tey halga lív sítt til hann.
“Evangelize or fossilize” – hvat skulu vit velja? Her er bert eitt rætt val! Kom! Lat okkum søkja Gud, so vit aftur brenna fyri evangeliinum um Jesus, sum elskar at geva andaliga deyðum menniskjum lív!