Fløvandi Kristnastovulega

Kristnastovulegan í ár var ein fløvandi lega. Tað var óvanliga lýtt og hitin otaði seg uppá eini 17 hitastig. Vit vóru nógv úti, gingu túr, spældu og prátaðu.

Trýst á myndina fyri at síggja hana í fullari stødd
Trýst á myndina fyri at síggja hana í fullari stødd

Aftur í ár kom Hannilena at forkela okkum við góðum mati, og hesaferð vóru Hanna og Dia við.

Andrew Berghamar hevði bíbliutímarnar. Evnið var: Tá Jesus brestur saman við mentanini. Hann vísti á, hvussu Guds ríki setur í frælsi, júst har samfelagið bindur, og grundfestir, har samfelagið letur fólk reka fyri vág og vind. Og tað var fløvandi.

Til lovsongsløtan og breyðbrótingina kendu vit ein serligan fløva frá Guds Anda, sum hann endurnýggjaði og stimbraði okkum til at liva lívið fyri Jesus.

Fleiri myndir frá leguni síggjast her.