
Vit hava prátað við Eyðfinn Hvidbro um hvussu tað er at vera við í einum húsbólki og hvat hann hevur fingið burturúr.

Hvat hava tit gjøgnumgingið í tykkara húsbólki?
Vit eru á ferð ígjøgnum Galatiabrævið, har vit hava eitt hefti hjá John Stott við spurningum og vegleiðingum í. Vit gjøgnumganga uml. hálvan kapittul hvørjaferð.
Vit hava eisini tikið onnur evni upp, t.d. hava vit hugt at onkrum filmsbrotum og so viðgjørt tey aftaná.
Vanligt hava vit fokus á dagsins evnið í ein tíma og so er drekkamunnur aftaná, har vit eisini práta um onnur andalig viðurskifti.
Hvat hevur tú fingið burtur úr andaliga?
Andaliga hava eg fingið nógv burturúr. Tað er sera uppbyggjandi at koma saman við øðrum trúgvandi, at lesa Guds orð og biðja saman.
Eg eri komin at kenna Gud betur, og havi fingið eina breiðari fatan av tí, sum vit hava gjøgnumgingið, enn eg hevði áðrenn.
Við at granska Bíbliuna í einum bólki, kemur man fram á nógv áhugavert, sum man ikki hevði fingið burturúr við at sita sjálvur og lesa.
Hví vilt tú uppmuntra øðrum at melda seg í ein húsbólk?
Eg haldi tað er nakað heilt serligt at koma saman í húsbólki – traðka frá tí dagliga resinum eina løtu og bara fokusera uppá Gud og Bíbliuna. Og so er tað sera uppbyggjandi at koma saman um orð Guds og at biða saman.
Húsbólkur er eisini ein hugnalig løta, har tað er nógv prát og nógvur dialogur um evnini, sum vit gjøgnumganga. Tað er eisini eitt sera gott høvi til at koma kenna aðrar útisetar í einum andaligum umhvørvi.