FORVITNISLIG VITJAN

Á hvítusunnu kemur Ebenezerkórið til Danmarkar. Tey fara at syngja á trimum støðum í Jyllandi 26 og 27. mai, og so syngja tey eisini í Odense 27 mai. Haðani liggur leiðin til Keypmannahavnar, har skráin er hendan:
Sunnudag 1. hvítusunnudag, 28. mei syngur kórið á tveimum støðum. Tey luttaka í Kristnastovu sunnudag eftir vanliga møtið, og so hava tey sangløtu í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A kl. 19.30.

Mánadag, 2. hvítusunnudag kl. 19 er sangløta í Skovlunde Frikirke, Metalbuen 42 í Ballerup.

Týsdagin 30. mai kl. 14.30 verður ein stutt sangløta í forhøllini á Ríkissjúkrahúsinum. Sama dag fer kórið heimaftur til Føroya.

Kórið syngur eldri og nýggjari sangir og hevur eina fjølbroytta skrá. Hetta er fyrstu ferð, at Ebenezerkórið er á vitjan í Danmark, og vit vóna, at mong nýta høvdið at koma at lurta eftir kórinum. Gott vildi eisini verið, um vit søgdu øðrum frá vitjanini.