Frá Keypmannahavn til Narsapur, India

Fríggjakvøldið 10. februar fara Súsanna og Hallur Thomsen at greiða frá uttanlandsferð teirra í fjør. Tey koma eitt nú at siga frá gentuheiminum Holland Wharf Girls Hostel. Men her er ein styttri frágeiðing um vitjanina á hesum heimi.

Eftir ein 12 tíma langan toktúr frá stórbýnum Hyderabad, kemur man til endastatiónina Narsapur, sum er ein lítil býur við ta indisku vesturstrondina. Tað búgva yvir 100.000 fólk í Narsapur, sum í so máta líkist øllum øðrum indiskum býum. Lønarlagið er sera lágt, og tí eru nógvar fátækar familjur í Narsapur, ið ikki klára at geva sínum børnum góðan mat, klæðir ella eina útbúgving. Tískil er ein stórur tørvur á gentuheiminum Holland Wharf Girls’ Hostel, sum nú hevur 50 ár á baki.

Heimið varð stovnað av Joy Tilsley. Joy er systir Colin Tilsley, sum flestu føroyingar kenna sum stovnaran av GLO. Hóast hon er vorðin aldrandi og heilsan er farin at bila og ryggurin er vorðin bogin, er hon við Guds hjálp enn før fyri at røkja uppgávuna sum leiðari á heiminum, tí hon hevur ein vilja sum stál.

Endamálið við gentuheiminum

Tað eru 360 gentur á heiminum. Tann yngsta gongur í 1. flokki og er um 4-5 ára gomul. Tær elstu ganga á tí, sum svarar til okkara universitet á bachelor støði, og tær eru um 19-20 ára gamlar.

Á heiminum fáa genturnar góðan mat, klæðir, útbúgving og ein tryggleika, sum tær ikki kunnu fáa heima. Serliga tað, at genturnar fáa eina útbúgving, ger at tær eisini fáa ein møguleika til at fáa eina virðiliga framtíð. Áðrenn tær fara av heiminum, hava tær nomið sær eina hægri útbúgving ella eina hondarbeiðsútbúgving.

Høvðusendamálið við heiminum er tó at boða gentunum gleðiboðskapin um Jesus. Ikki allar genturnar koma frá kristnum heimum, men allar verða lærdar um Jesu kærleika, sum ber av øllum, og tann kristni boðskapurin er sum ein reyður tráður gjøgnum alt arbeiðið á heiminum. Tær hava hvønn dag morgun- og kvøldandaktir, umframt møti sunnudag og eina sangløtu leygarkvøld. Gentuheimið verður fíggjað av gávum og sponsorum. Allar genturnar hava sín egna sponsor, sum tær kalla “onkel og tante”. 130 gentur verða stuðlaðar úr Føroyum, og tí er Føroyar tað landið, sum flestu genturnar verða stuðlaðar frá.

Hvat gjørdu vit so á heiminum?

Okkara uppgáva á heiminum var ikki nøkur ávís. Vit spældu nógv við genturnar, sum flokkaðust um okkum so skjótt tær sóu okkum. Vit keyptu hoppibond og aðrar leikur, sum vit nýttu at spæla við genturnar. Vit royndu eisini at hjálpa har vit kundu. Hallur vísti teimum á, at hann helt, at eitt øki uttan fyri køkin, har tey vaskaðu upp, átti at havt eina rist, soleiðis at matrestirnar blivu skolaðar burtur. Hesum vóru tey samd í, og morgunin eftir fóru handverkarar til verka, men Hallur mátti allatíðina verða har, tí at handverkararnir høvdu ongantíð gjørt slíkt fyrr, og ristin mátti sergerast við at sveisa rør saman. Tey vóru sera fegin um úrslitið, tí slíkar ristir vóru tey ikki von við. Tó hava tey roynt tey seinastu árini at gjørt nógv fyri at betra um reinførið á heiminum. Millum annað hava tey fingið ein nýggjan køk, sum lýkur øll okkara vanligu krøv. Men i teirra verð, er hann óvanliga reinur og flottur.

Tað var soleiðis stórt fyri okkum at síggja hvussu stóra hjálp, 130 kr um mánaðan kunnu hjálpa hesum gentum. Og at síggja hvussu gott tær hava tað, samstundis sum tær frá barnsbeini av verða verða lærdar at Gud elskar tær meir enn alt her á jørð. Og vit gleðast um, hvussu væl heimið verður stuðlað úr Føroyum.