Friður á jørð

Fyrsta jólakonsertin nakrantíð varð hildin úti í haganum nakað uttan fyri Betlehem fyri nú mongum árum síðan. Áhoyrararnir vóru nakrir ikki sørt sjelkaðir seyðamenn, sum í náttarmyrkrinum ansaðu seyðinum. Teir høvdu kortini ikki nakra veruliga grund til at vera bangnir, tí sangurin frá einglunum bar boð um frið. “Friður á jørð”, sungu einglarnir. Men hvat meintu teir við?

Tá vit tosa um frið, hugsa vit stundum um frið millum menniskju ella millum fólkabólkar. Vit síggja fyri okkum fólk, sum eru komin upp at klandrast, ella vit hugsa um feskastu tíðindini frá onkrum av miðlunum, ið siga frá blóðugum bardøgum millum stríðandi ættarbólkar úti í heimi. Og sjálvandi ynskja vit, at friður og semja skal valda, har ófriður er. – Men hvat var tað nú, einglarnir meintu við, tá teir sungu um frið á jørð?

Lat tað verða sagt, at vissuliga var Jesus føddur fyri at fáa frið í lag bæði manna millum og millum fólkasløg. Men Hansara friður er størri og týdningarmiklari, ja, hann er grundarlagið undir øllum øðrum friði: Jesus kom fyri at fáa frið í lag millum menniskju og Gud!

Syndin hjá Ádam og Evu í upphavi var ikki eitt meinaleyst spæl. Tey vóru ólýðin og gjørdu seg sek í uppreiðstri móti Skaparanum, og við syndini kom fíggindskapur inn millum menniskju og hin Alvalda. Friðurin hvarv. Og samljóðið millum Gud og menniskju vendis í misljóð.

Einglasongurin fyrstu jólanátt ber boð um, at Jesus kom fyri aftur at skapa frið millum Gud og menniskju. Tá Jesus doyði, tók Hann á seg revsingina fyri okkara synd. Við Hansara deyða á krossinum gjørdi Gud semju. Har bleiv syndin goldin og tí er orsøkin til ósemjuna og fíggindskapin burtur. Tann, sum tí trýr á Jesus, hevur fingið fyrigeving fyri sína synd og frið við Gud. Fá vers í Bíbliuni siga tað betur enn Rómbrævið 5:1,

“Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi”!

Frið við Gud! Hetta er tað einglarnir sungu um! Og hetta er friðurin, ið vit øll fyrst og fremst mugu ognast. Hann er fortreytin fyri øllum øðrum friði. Og hesin friðurin er ævigur.

Gævi, at tú kundi sagt: Eg eigi henda friðin! Jesus hevur gjørt semju millum meg og Gud!

Niels Pauli Nónstein