Niels Pauli Nónstein hevur lisið gudfrøði í USA, men hevur tveir teir seinastu mánaðarnar hjálpt til við arbeiðnum í Kristnastovu. Hann fer yvir aftur til USA um fáar dagar fyri at gera seg lidnan við lesnaðin. Ì “ólavsøkufaldaranum” settu vit honum fýra spurningar, sum vit mettu vera viðkomandi.
Hvat hevur tað at týða fyri teg at vera ein persónligur kristin?
Tað hevur alt at týða. At vera kristin merkir, at eg eri góðtikin og elskaður av Gudi fyri Jesusar skuld. Hetta gevur mær lívsmót og ein djúpan frið. Eisini í hugtungum døgum kenni eg, at hann uggar og er um meg sum ein eymur pápi. Hjá honum kenni eg meg tryggan og vónríkan um framtíðina.
Hvønn týdning hevur tann kristni felagsskapurin fyri teg?
Eg elski kristna felagsskapin, tó at hann er fongdur við mong brek. – Felagsskapurin er jú samansettur av skaddum menniskjum sum mær, ið søkja sær andaliga heilsubót hjá Læknanum Mikla. – Í einum heimi, sum tilbiður og dýrkar seg sjálvan, lyftir kristni felagsskapurin upp sínar hendur fyri at æra Gud og liva lívið honum til gleði. Mangar tungar løtur hava hesir somu hendur tikið um meg, og eg havi merkt tað eins og var tað Gud sjálvur, ið tók um meg.
Hvat er munurin millum Bíbliuna og aðrar bøkur?
Í stuttum kann sigast, at Bíblian er Guds lívgevandi andadráttur. Um vit taka Orðið til okkara og “anda tað niður í okkum” so at siga, so gevur tað okkum nýtt lív. Í somu løtu vit líta á Guds Orð, gevur Gud okkum hitt æviga lívið. Aðrar bøkur eru andadráttir menniskja. Nógvar teirra eru hugtakandi og upplívgandi, men ikki lívgevandi. Tað er bert gjøgnum Bíbliuna, at Gud andar hitt æviga lívið inn í okkum.
Hvussu kunnu vit vita nakað um eitt lív aftan á deyðan?
Deyðin er ræðuligur og loyndarfullur, men hann er ikki endin. Hetta sigi eg, tí Jesus, Guds sonur, hevur verið “hinumegin” og veit hvat liggur handan sýnuna. Hann hevur sum tann einasti tikið tøk við deyðan og vunnið! Eg havi krøkt meg í orð Jesusar, at eftir deyðan skal eg rísa upp til eitt nýtt lív. Tá skal eg flyta inn í ein heim, har mín djúpasti longsul verður stillaður.