Fýra spurningar til útisetan

Vit hava spurt Gunnvá Krett Áargarð, hvussu tað er at flyta úr Føroyum til Keypmannahavnar.Nær flutti tú niður og hvat gert tú?
Eg flutti niður í august í 2011 fyri at lesa sosiologi á Københavns Universitet. (Eg gangi í skúla á gamla Kommunehospitalinum, mitt inni í býnum.) Hetta fyrsta árið havi eg búð á Amager, og mær dámar sera væl lestrarlívið í Keypmannahavn.

Hvørjar andaligar avbjóðingar hevur tú møtt?
Keypmannahavn er ein stórbýur og bjóðar nógvar valmøguleikar, og fólk velja eisini nógvar ymsar áskoðanir at liva eftir. Millum danskarar eri eg ofta einasti trúgvandi persónurin. Tá er týdningarmikið, at avgerðin at fylgja Gudi longu er tikin, og eg ikki gangi uppá kompromis og lati meg draga við til nakað, eg í veruleikanum ikki ynski.

Hvat hevur stimbrað teg í trúnni?
Fleiri ting hava verið góð hjálp í lívinum saman við Gudi. At seta mær fyri at gera tað at lesa í Bíbliuni og at brúka tíð til at biðja til ein part av nýggja gerandisdegnum, hevur stóran týdning. Og tað hevur verið gott at brúkt tíð saman við øðrum trúgvandi, millum annað í húsbólkunum og á møti fríggjakvøld og sunnumorgun í Kristnastovu. Vit hjálpast at í lívinum saman – og vinir niðri blíva sum familja, tí familjan er so langt burtur.

Góð ráð til nýggjar útisetar?
Halt á! SU, íbúð, danska málið, nýggir vinir og alt, sum hoyrir til at flyta til Keypmannahavnar, lagar seg so við og við. Tað kann vera nógv at gloypa í einum, men tað gongur – tað ger tað altíð.
Og halt á at fylgja Gudi! Dagliga lívið í Keypmannahavn er øðrvísi enn í Føroyum, og tað krevur, at man velur sjálvur at fylgja Gudi, tí tað kemur ikki av sær sjálvum.