Summarferian er av og nú fyllist Kristnastova aftur við gomlum og nýggjum útisetum! Og hetta er ein spennandi tíð – ikki minst hjá tykkum, sum eru nýggj í Keypmannahavn. Tað er spennandi at royna nakað nýtt; at flyta heimanífrá fyri fyrstu ferð og skula standa á egnum beinum. Og tað er ikki minni spennadi at fara undir lestur ella byrja í nýggjum arbeiði.
Vit í Kristnastovu bjóða tær vælkomnum og ynskja tær eina góða byrjan í skúlanum ella á arbeiðsplássinum! Kristnastova ynskir at vera ein oasa fyri føroyingar í Keypmannahavn og eitt andaligt heim fyri útisetar. – So kom og verð partur av familjuni her og føl teg sum heima okkara millum.
Við byrjanina á einum nýggjum lestrarári er gott at vit vera mint á tað mest grundleggjandi í lívinum hjá einum kristnum: At elska Gud og at elska næstan. Gud elskaði okkum og gav Son Sín sum bót fyri okkara synd. Jesus galt ein høgan prís fyri okkara frelstu; “ærið tí Gud í likami tykkara,” sigur Skriftin (1. Kor. 6:20). At Gud elskaði okkum fyrst, leiðir nátúrliga til, at vit elska Hann aftur í øllum tí, vit eru og gera!
At elska okkara næsta er ikki ein passiv kensla, men ein aktiv handling. Vit kunnu finna uppá at spyrja: Hvør er nú næsti mín? Men Jesus ger vart við, at spurningurin er ikki “Hvør er næsti mín?” men “Hvørjum kann eg vera ein næsti?” Ella vit kundu sagt: Hvørjum kann eg tæna?
Allar staðir har ein tørvur er, kunnu vit tæna. Vit kunnu hjálpa nýggjum útisetum at fáa eina góða byrjan; vit kunnu hjálpa onkrum í flokkinum, sum stríðist við eina uppgávu; vit kunnu vitja tey, sum sita einsamøll; vit kunnu siga vónleysum og mistum menniskjum, at Gud elskar tey og ynskir at geva teimum lív; og vit kundu hildið áfram…
Gævið, at vit í Kristnastovu dugdu at síggja, hvussu nógv Gud hevur elskað okkum, so vit lærdu at elska Hann aftur og øll tey menniskju, ið eru tørvandi – veri tað nú andaliga ella tímiliga!
Niels Pauli Nónstein