Gud, keisarin og tú

Viðhvørt hendir tað, at ein stingandi spurningur verður snaraður á ímóti tí, sum spyr, og spyrjarin stendur undrandi og hugsar, hvat hann nú skal svara ella gera. Einaferð hildu nøkur, at tey við sínum spurningi høvdu troðkað Jesus upp í ein krók. Úrslitið var tó, at tey – og vit – fingu nakað at hugsa um!

Ein dagin savnaðist ein flokkur av farisearum og heródingum um Jesus fyri at seta honum ein lúnskan spurning. Teir spurdu hann: ”Er loyvligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?”

Hetta var ein sera eymur spurningur, tí hesa tíðina stóðu jødar undir rómverskum valdi og noyddust á hvørjum ári at lata rómverska hersetingarvaldinum skatt. Fyri mong í Judea var hetta ein herskin biti at svølgja. Og søgan veit eisini um ein Judas úr Galilea at siga, sum í ár 6 e.Kr. gjørdi uppreistur móti rómverjum, tí hann vildi ikki gjalda hataða skattin. Uppreisturin varð harðliga og náðileyst bardur niður og uppreistrarmenninir krossfestir kring um í landinum.

Hendingin við Judasi úr Galilea fór fram, meðan Jesus enn var barn, men er tó framvegis frísk í minninum á fólki, tá farisearar og heródingar royndu at kroysta eitt svar brutur úr Jesusi.

Hvat skuldi Jesus nú svara? Er tað beint at lata keisaranum skatt ella er tað skeivt? Skuldi hann svara ”nei,” gera uppreiðstur móti rómverjum og kanska fáa somu lagnu sum Judas úr Galilea? Ella skuldi hann siga ”ja” og so verða roknaður sum landasvíkjari og missa alla virðing millum manna?

Jesus hevði uppdagað hyklið handan spurningin og snarar spurningin beint aftur á fariseararnar. Fyrst biður Jesus teir um myntin, sum bleiv brúktur at gjalda skattin við. Teir handa honum so ein denar og bíða spentir eftir svari. ”Hvørs mynd og innskrift er hetta?” spyr Jesus, og teir svara sum rætt var ”keisarans”. Á drakmuni var nevniliga ein mynd av Tiberiusi keisara og har aftuarat ein innskrift, sum lýsti hann sum ”son hins guddómliga Augustus” og sum ”høvuðsprest”!

Síðani sigur Jesus við teir: ”So gevið keisaranum tað, ið keisarans er…” Við øðrum orðum: Denarurin ber mynd og innskrift keisarans; tað er keisarin, ið eigur peningin, sum tit hava havt uppi á tykkum – so gev honum hann aftur! Men so leggur Jesus afturat: ”… og [gevið] Gudi tað, ið Guds er!” Og knappiliga gerst spurningurin persónligur og átroðkandi fyri teir, ið høvdu spurt! – Høvdu teir givið Gudi aftur nakað av tí, sum teir høvdu fingið frá Honum? Høvdu teir halgað sítt lív til Gud og viðurkent, at teir vóru ogn Hansara?!

Og hvussu við tær? Gevur tú Gudi aftur nakað av tí, sum Hann hevur givið tær?

– Niels Pauli Nónstein