Guds svar til stúran

”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar …” 2. Tim 1,7 Bíblian sigur: ”Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.” At vinna á óttanum byrjar við fatanini av, at ótti er ‘ein andi,’ og hann er ikki frá Gudi. Fyri hvørja ferð tú fatar tað, er lættari hjá tær ikki at geva eftir fyri honum. Hvat gevur Gud okkum í staðin fyri ótta? Tey eru trý:

1) Kraft. Her tosa vit ikki bara um einfaldar sjálvhjálparmátar og at handfara strongd. Tað er djúpari enn at minka stúranin og gera lívið høgligari. Tað er en grundleggjandi sannføring, sum gongur heilt inn í kjarnan av tær sum menniskja; at alt, sum viðvíkur tær, er í hondunum á einum elskandi Gudi, sum bara ætlar tær tað besta. Tí verður alt gott, og tú kanst liva fríur frá stúran.

2) Kærleiki. Bíblian sigur, at “Fullkomni kærleikin rekur óttan út …” (1. Jóh 4,18) Ikki fyrr enn tú varnast, at ein Gud er, sum elskar teg treytaleyst, og at hann ongantíð fer at síggja teg øðrvísi, fert tú at læra at elska og góðtaka teg sjálvan – og verður sostatt førur fyri at elska og góðtaka onnur. Kanst tú ímynda tær, hvørja ávirkan hetta hevur á tín ótta fyri menniskum, óttan fyri at verða havnaður og óttan fyri atfinningum? Tað slagið av kærleika er meira enn ein góð kensla; tað er ein lívsbroytandi kraft.

3) Siðprýði (sunt sinni). Paulus skrivar, at ”vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki – táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi” (2. Kor. 10,4-5)

Hesi trý eru Guds svar til stúran.

* Úr andaktsheftinum Et ord til dagen”. (Erla Berghamar týddi)