Hann er risin upp!

Uppreiðsn Jesusar er kjarnin í páska-boðskapinum, ja, sjálv kjarnin í kristnu trúnni. Tí er tað av stórum týdningi, at vit skilja, hvat fór fram páskamorgun fyri sløkum 2000 árum síðani og hvønn týdning tað so hevur fyri okkum. Uppreiðsnin er fyrst og fremst ein søguligur veruleiki. Tær elstu og mest álítandi keldurnar til Jesu uppreiðsn eru Evangeliini og brøvini í Nýggja Testamenti. Tey eru skrivað, meðan eygnavitni til Jesu deyða og uppreiðsn enn livdu. Í 1. Korintbrævi 15:5-6 vísir Paulus til eina frásøgn, sum sigur, at Jesus vísti seg livandi fyri øllum ápostlunum og síðani fyri fleiri enn 500 persónum samstundis. Hesa frásøgn hevur Paulus ivaleyst hoyrt, tá hann bert eini 5 ár eftir uppreiðsnina vitjaði kristnar leiðarar í Jerúsalem (sí Gal. 1:18). Í sama kapitli vísir Paulus á, at um tað ikki er ein veruleiki, at Jesus reis frá teimum deyðu, ja, so byggir kristna trúgvin á eina lygn og er onki verd (v. 14-15).

Jesu uppreiðsn er eisini at skilja sum ein bókstavlig, likamlig uppreiðsn. Í Lukasar Evangelium, sum er skrivað umleið 30 ár eftir uppreiðsnina, ger rithøvundurin vart við, at lærisveinarnir hildu seg sígga spøkilsi, tá Jesus opinberaði seg fyri teimum. Men Jesus vísir aftur øllum slíkum gitingum og biður teir nema við seg og hyggja at hondunum og fótunum. Soleiðis kundu teir fáa vissu fyri, at Jesus var har likamliga til staðar og at talan var um sama men nú naglamerkta kroppin. Og sum um tað ikki skuldi verið nokk, so fær Jesus sær stoktan fisk at eta, meðan teir hyggja at (Lukas 24:39-43)!

Hvønn týdning hevur so Jesu likamliga og søguliga uppreiðsn fyri okkum? Stutta svarið er: Hon hevur avgerandi týdning. Jesu deyði var nevniliga ein bótardeyði – tvs., at Jesus doyði ístaðin fyri meg, fyri at Gud kann fyrigeva mær mína synd og rætta upp aftur sambandið millum syndaran og Skaparan. At Gud reisti Jesus upp frá teimum deyðu, verður tískil eitt tekin og eitt prógv um, at Jesu deyði veruliga tekur burtur syndina hjá øllum, sum trúgva á hann. Rómbrævið sigur, at Jesus ”givin varð fyri misbrot okkara og reistur upp, okkum til rættvísgering” (4:25). Jesu deyði ger við øðrum orðum, at eg kann standa rættur framman fyri Gudi, tí tað er Gud sjálvur, sum hevur ”rættað meg upp”, tá eg trúði á Jesus!

Niels Pauli Nónstein