Heimkoma

Um jóltíðir ferðast ungir føroyingar í hópatali heim til Føroya fyri at vera saman við familjuni – foreldrum, systkjum og øðrum, sum hoyra til hús okkara.Á jólum vilja foreldrini helst breiða sínar veingir yvir børnini, sum eru búsett so langt burturi. Tá skal familjan helst vera saman. Viðhvørt hendir tó tað øvugta: Foreldur koma niður til Danmarkar at vera saman við børnum sínum, ikki minst tá talan er um eina útisetafamilju við smáum børnum – tí tað er ikki so lætt at ferðast á ársins myrkastu tíð.

Boðskapurin, sum knýtir seg til jólini, er tann besta og vakrasta søgan um heimkomu. Gudi okkara longdist eftir, at vit skuldu koma “heimaftur.” Men vit kláraðu tað ikki sjálvi. Og í staðin hendi tað, at “Orðið varð hold og tók bústað millum okkara”. Gud sjálvur kom gjøgnum Jesus, son sín, og dvaldi millum okkara. Himmalin setti seg í samband við jørðina. Armurin varð útrættur gjøgnum Jesus, sum varð føddur í Betlehem. Men móttøkan var kaldlig: Rúm var ikki fyri honum i gistihúsinum. Hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Og móttøkan av lívsins harra var ongantíð meiri hjartaleys, myrk og ónd, enn tá ið Jesus 33 ára gamal varð krossfestur á Golgata, hóast hann einki ilt hevði gjørt.

Men Gud hevði eina aðra dagsskrá enn hana, sum hansara samtíð helt seg hava, ið krossfesti Frelsaran. Tí júst við deyða hansara skuldu brúgvin byggjast, sum kundi leiða okkum heim aftur til Gud.

Høvuðsendamálið við vitjan hansara her á jørð var júst henda: At taka burt synd heimsins – og at gera eina heimkomu møguliga hjá tær og mær.

Vælkenda søgan í Lukas 15 er um ein son, sum rýmdi frá húsi faðirs síns – og helt seg kunna sløkkja sálartostan í hesum heimi. Men løtan kom, tá honum longdist heimaftur, tí at “eingin gav honum nakað”.

Hann tók avgerðina at fara heimaftur – og játta synd sína. Hann reistist og fór. Og so standa hesi talandi orð: “Men meðan hann var langt burtur, sá Faðirin hann, og honum tókti hjartaliga synd í Honum. Hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann.” Eitt grípandi dømi um, hvat hendir, tá vit koma heim aftur til Gud.

Tað er tað, sum tú og eg mugu gera, um vit andaliga eru stødd í útlegd – burtur frá Harranum. Koma heimaftur. Harranum Jesusi leingist eftir at hava samfelag við okkum – og himmalin frøist, tá vit koma heim.

Øssur Berghamar