Heystlegan 2008

Aftur í ár varð heystlega á Nordsjællands Efterskole í døgunum 16-19 okt.

Legan byrjaði hóskvøldið við einum góðum bita til matna. Vit vóru so heldig at hava fingið fólk heilt úr Føroyum at gera mat, hava bíbliutímar fyri børnunum og teimum vaksnu.

Tá øll vóru mett og væl sett, og børnini vóru løgd í song, var ein løtt løta, har Símun Absalonsen og Kristian Hansen hugleiddu og kunnaðu um bíbliukritikk, meðan lurtarafjøldin luttók við at siga sína hugsan og seta spurningar. Símun Absalonsen og Kristian Hansen tóku støði í bókini hjá lívfrøðinginum Richard Dawkins, “The God Delution”, og bókini “There is a God”, sum Anthony Flew, ein tann kendasti ateisturin í okkara tíð, hevur skrivað og bókini “Guds orð ella orð um Gud” hjá Hans Andreas Sølvará.

Bíbliutímarnir

Símun Absalonsen hevði bíbliutímarnar á leguni. Evnini vóru:

Kristus í upphavi
Kristus og ”jødarnir”
Kristus og religión
Kristus og lærusveinarnir
Kristus – Alfa og Omega

Símun Absalonsen byrjaði tann fyrsta bíbliutíman við at tosa um tær mongu bøkur, ið skrivaðar eru um Jesus Kristus, men undirstrikaði, at tær einastu søguligu keldurnar um Jesus, eru tey fýra evangeliini. Síðani talaði hann út frá Jóhannesar evangeliinum um evnið Jesus og orðið – Logos.

Jóhannesevangeliið er fyrst og fremst skrivað til samkomuna og trúgvandi, meðan hini evangeliini eru skrivaði til tey, sum ikki vóru sannførd um, at Jesus er Kristus.

Í bíbliutímanum kom Símun Absalonsen m.a. inn á, at tað eru tríggir mátar at síggja allheimin uppá.
1) Ein fysisk verð, 2) ein fysisk og ein andalig verð ella 3) bara ein andalig verð, har tann materiella verðin er ein illusión.

Vesturheimurin er nógv merktur av hugsunarháttinum um, at tað bara er ein fysisk verð, meðan eysturlendskur hugsunarháttur er merktur av, at tað bara er ein andalig verð. Sum dømi nevndi hann, at um man hevði ein vesturlendskan materialist og ein budistiskan sveimamandi munk sitandi yvir av hvørjum øðrum, so hevði vesturlendingurin hugsað, at munkurin bara er ein samansetningur av atomum, meðan munkurin hevði hugsað, at vesturlendingurin ikki er til, men kanska ein andalig vera býr í honum.

Okkara heimsfatan avgerð, um vit trúgva at nøkur andalig dimensión finnst. Ynkir tú at vita, hvussu heimsfatanin hjá einum øðrum menniskja er, brúka so hasa myndina fyri at opna upp fyri eini samtalu um heimsins størsta loyndarmál, at Gud, sum er andi kom í heimin og bleiv menniskja.

Tey, sum eru áhugaði í at hoyra bíbliutímarnar, kunnu venda sær til Kristnastovu, tlf. 32 55 18 09.

Breyðbrótingin
Á møtinum fríggjakvøldið var breyðbróting. Breyðbrótingin fór fram á tann hátt, at fýra básar vóru stillaðir upp við breyði og víni. Síðani kundi ein fara upp og taka av breyðinum og víninum. Eisini stóðu fólk við básanar, sum gjarna vildu biðja fyri tí, ið ynskti forbøn.

Bálið
Aftaná var eitt bál kynt eitt sindur frá skúlanum. Símin J. Hansen tók guittaran við og farið varð at syngja. Orðið var frítt og fleiri lutaðu ein tanka, onkur sang ein sang, onkur hevði ein vitnisburð og fleiri komu við uppskotum til sang.

Postarenningin
Leygardagin var tann nógv umtalaða postarenningin á skránni. Fólk møttu mannsterk upp, og blivu uppdeild í hold. Uml. 10 fólk vóru á hvørjum holdi.

Postarnir vóru sera ymiskir og tað vóru útfordringarnar eisini. Tann eini postur gekk út uppá at fáa ein lættan pinn niður á jørðina. Øll í bólkinum skuldu rætta peikifingrarnar út, pinnurin bleiv lagdur á peikifingrarnar og um ein í bólkinum kom til at sleppa, skuldu øll byrja av nýggjum. Hjá teimum allar flestu, fór pinnurin beint upp í loft tá byrjað varð, men allir bólkarnir kláraðu at fáa pinnin niður á jørðina. Summi tóku longri tíð enn onnur. Hinir postarnir gingu út uppá at skjóta og raka nøkur ting, at flyta eina kurv við radioaktivum tilfari uttan at koma ov nær, baka pannukøkur uttan uppskrift, gera eina lýsing fyri eina eggjavernd, sum skuldi verja eitt egg, ið bleiv kastað av balkongini í ítróttarhøllini og niður á gólvið í høllini. Myndir eru at síggja á heimasíðuni av teimum ymisku postunum.

Um kvøldið var ein skemtiløta har Randi Hansen og Heini Ellingsgaard vóru vertir. Umframt spøl og spurnarkapping bleiv vinnarin av postarenningini funnin. Tað gekk fyri seg uppá tann mátan, at eggjaverjurnar blivu blakaðar av balkongini í høllini niður í ítróttarhøllina. Bólkurin, sum stadigvekk hevði eitt heilt eftir, at tað varð kastað av balkongini, og hevði mest stig frá spurnarkappingini, hevði vunnið postarenningina.
HA