
Árliga legan hjá Kristnastovu verður frá hósdegnum 18. oktobur til sunnudagin 21. oktobur. Vit byrja hóskvøldið kl. 18 við einum døgurðabita og legan endar sunnudagin kl. 14. Eins og síðstu árini verður legan aftur í ár á Nordsjællands Efterskole, Aggebovej 34, 3200 Helsinge.
Ein fjøllbroytt lega
Fyrrapartar eru bíbliutímar og barnaløtur. Bíbliutímarnar kemur Andrew Berghamar at hava. Fyri børnini verður sangur, søga og ítriv og so fara vit eisini út at spæla. Leygardagin verður postarenning, sum er stuttlig fyri bæði stór og smá. Og mangt annað verður á skránni: “Startskotið”, lovsongsløtur og breyðbróting, legubál við ”snobrød” og ikki at gloyma fríløturnar, tá fólk sita og práta, fara ein túr ella bara njóta tað at vera á legu!
Tilmeldingin fer fram við at venda sær til Kristnastovu á tlf 32551809 ella við at skriva til kristnastova@kristnastova.dk
Kostnaður fyri leguna
Vaksin: Hósdag til sunnudag: kr. 450, og fríggjadag til sunnudag: kr. 430.
Børn 2-14 ár: Hósdag til sunnudag: kr. 100, og fríggjadag til sunnudag: kr. 100.
Eisini ber til at verða allan leygardagin tó uttan at sova, tá er kostnaðurin kr. 200.
Legugjaldið skal flytast á kontu 7631-1002265 hjá Kristnastovu í seinasta lagi 11. oktobur, tá er eisini seinasta freist at melda seg til leguna.
Um tú ikki heldur at tú hevur ráð at koma á legu, kom so og tosa við okkum, so finna vit útav tí. Tað skal ikki vera TAÐ, sum heldur tær aftur.
Fleiri upplýsingar
Ein faldari við praktiskum upplýsingum um leguna verður lagdur fram í Kristnastovu og út á heimasíðuna fríggjadagin 12. oktobur. Í faldaranum stendur, hvussu tú kemur til legustaðið, hvat hendir á leguni, og har finnur tú eisini hent telefonnummur.