Hugburðurin hjá mongum í dag er, at kristindómurin er ein hóttan ímóti tí persónliga frælsinum; “alt, ið menniskju kunnu njóta og sum er stuttligt, verður dømt sum synd. Tú kanst onki!” Tað verður sagt, at okkara lystir og tráanir eru náttúrligar, og tí er tað ónáttúrligt at berjast ímóti teimum…
Og onkuntíð er hugburðurin í tónleiki og filmum, at tað var gott at menniskjan fall; tí tá Ádam og Eva fullu, kom sex inn í heimin. Uttan syndafallið hevði lívið verið dapurt og keðiligt.
Hyggja vit í Bíbliuna síggja vit skjótt, at hetta er lygn. Og sum allar “góðar” lygnir, so er hon grundað á ein lítlan part av sannleikanum. Sex í sær sjálvum er normalt og gott. Lygnin er, at sex altíð er gott, og at vit skulu akta øllum freistingum og lystum.
Eisini í samkomusøguni hevur hugburðurin til seksualitetin mangan verið løgin. Hieronimus (330-419 e.Kr.) loyvdi ikki hjúnum at koma til breyðbróting eina tíð aftaná, at tey “høvdu gjørt slíka dýriska gerð.” Í miðøldini søgdu fleiri gudfrøðingar, at Heilagi Andin rímdi úr sovikamarinum, tá trúgvandi hjún høvdu samlegu. Soleiðis er seksualiteturin vorðin nakað píniligt, ið vit illa tora at tosa um og enn minni at tala um í samkomunum. Vanligt hevur verið at leypa tað um. Hendingaferð hevur onkur havt dirvi at sagt okkurt væl innballað um “hesi ting”. Tí hevur Satan óhindraður kunnað gjørt sítt oyðandi verk bæði innan og uttan samkomurnar. Mong eru nívd av skomm og skæddari samvitsku.
Bíblian og seksualitetur
Sambart Bíbliuni er seksualitetur nakað gott. Tann andaliga, sálarliga og likamliga sameiningin av manni og kvinnu er ikki avleiðing av syndafallinum, men ein fylgja av, at Gud hevur skapt menniskjuna sum mann og kvinnu (1 Mós. 1:27).
Hjúnarbandið
Bíblian lærir, at sex hoyrir heima í hjúnarbandinum í fullkomnum trúðskapi (1 Mós. 2:24). Uttanfyri hjúnarbandið krevur hon fullkomið fráhald. Um hetta ikki verður hildið, verður tað kallað hor og siðloysi (5 Mós.22:13ff). – At tað fyri menniskjanum kann tykjast sum hondjørn, er ein avleiðing av fallinum. Hjúnarbandið er eitt mark, sum Gud hevur givið, okkum til verju.
Sitat:” Guds boð og reglar eru sum ávaringarskelti, ið vísa okkum á, hvar vandi er á ferð, og leiða okkum rætta vegin, so vit kunnu liva í “veruligum” frælsi.”
Bíblian kallar kærleikan millum kvinnu og mann fyri “logi Harrans” (Hás.8:6). Gud hevur lagt kærleikan ímillum kvinnu og mann í hjørtuni. Tað er Guds verk, at ein kvinna verður forelskað í einum manni og øvugt. – Ímynda tær kærleikan sum ein eld! Eldurin í peisini hugnar og gevur hita í stovuni. Men verður eitt loðandi sprek kastað út á gólvið, so er vandi á ferð. Eldurin, ið gav hugna og hita, er nú til skaða og drepur. Í peisini er eldurin til gagn og gleði. So er eisini við sex. Sex innan markið, ið Gud hevur sett – t.e. í hjúnarbandinum – gevur hita og tryggleika. Men uttanfyri Guds mark – t.e. skildur frá hjúnarbandinum og kærleikanum – skaðar tað og skapar einsemi.
Tryggleiki og kærleiki
Tryggleiki og kærleiki er tað týdningarmesta í seksuallívinum. “Men vit mugu vita um um vit passa saman sexuelt”, siga mong, og: “Hava tvey hug at fara í song saman, so er tað í lagi, bara tey verja seg ímóti AIDS og at gerast við barn.”
Bíblian lærir, at tá maður hevur samlegu við t.d. tempulskøkju, verður hann eitt við henni (1 Kor.6:12-20). Tvs. at samlegan er nógv meiri enn ein likamlig njótan. Hon viðførir eina djúpa samanrenning av tveimum persónum. “Tann, ið heldur seg til skøkjuna, syndar ímóti sínum egna likami.”. V.ø.o. hevur siðloysi katastrofalar fylgir fyri allan persónin.
Tað eru mangir hjúnabandsrágevarar, ið eru samdir í hesum. Fer eitt nú ein kvinna í song við nógvum ymiskum monnum, so kennir hon seg ikki umsvermaða og attraktiva – sum tú annars kundi trúð. Tvørtur ímóti. Hon kennir seg missnýtta og vrakaða. Sjálvsmyndin sindrast; hon byrjar at hata seg sjálva. Eisini seksuella njótanin verður skadd av hesum. Fleiri royndir og verri verður. At geva eftir fyri øllum lystum viðførur viljaloysi, sjúku, sjalusi, lygnir o.a., sum er alt annað enn frælsi, rætt og gott. Vit kunnu tí sláa fast, at tað er ikki royndir, sum skapa eitt gott seksuallív, men kærleiki og tryggleiki!
Henda tryggleika hevur Gud givið í hjúnarbandinum. Kærleikin er ongantíð avmarkaður av tíð, men er ævigur og óbroytandi – til deyðin skilir. Innan hesi tryggu mørk kunnu maður og kona liva saman andaliga, sálarliga og likamliga. Vera púra ærlig og kortini vera fullkomiliga góðtikin. Kærleikin elskar treytaleyst og er meira hugaður at geva enn at fáa. Han avspeglar Guds kærleika.
Stakur
Mangan tykist hugburðurin bæði í samkomunum og í heiminum vera, at tað normala er at vera giftur; ert tú stakur so er nakað galið. Hetta er skeivt. Bíblian lærir, at tað er líka rætt at vera stakur sum at vera giftur. Í Bíbliuni verða bæði kallað “ein náðigáva.” Hon tosar um fyrimunir við at vera stakur í Guds ríki. Meira tíð, orka o.s.fr. Trúgvandi eiga tí at bróta óbíbilskar hugsunnarbygningar niður, sum kunnu leggja óneyðugt trýst á brøður og systrar. Vit eiga heldur at takka fyri allar náðigávur og biða Gud geva hvør øðrum náði til tað kall sum vit eru í.
Freistingar
“Men, tað er so ringt! Myndir og filmar hava so sterka ávirkan á meg!” Hesar kenslur hevur Gud skapað. Tað er einki galið við teimum. Vit eru seksuellir skapningar. Tað sum er galið, er tá ið sex verður nýtt so sum Satan ynskir tað; hann roynir at kveikja í okkara syndafallskreftir. Av tí at hesar kenslir eru so sterkar, roynir hann júst at leypa á her. Tí mugu vit flýggja frá spilluni.
“Einsemi er so ringt og øll onnur gera tað!” Tá vit liva við Gudi kann vilji Hansara tykjast strangur. Og tá ið fá tora at tosa um kynslívið, so er lætt at kenna seg ónormalan og hugsa: “Eg eri tann seinasti í heiminum sum ikki hevur verið í song við nøkrum.” Minst til, at tað er tú, ið ert á rættari leið. “Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sálvur!” (Hás.8:4). Halt út! Harrin hjálpir okkum at liva eftir vilja Sínum. Fullkomnan reinleika røkka vit ikki við egnari styrki. Tí er neyðugt at biðja til Gud um hjálp. Og sjálvt tá fer tað at tykjast sum um at vit fáa minni hjálp enn vit hava brúk fyri. Bið kortini um fyrigeving hvørja ferð tað miseydnast og royn aftur. Mangan hjálpir Gud okkum ikki í fyrsta umfari at náa reinleikan sjálvan, men gevur kraftina, sum er neyðug til altíð at royna aftur. Men gloym ikki, at syndin er álvarsom! Uttan Kristus fara menniskju fortapt av sjálvt tí minstu syndini. Men við Kristusi sum Frelsara og Harra er eingin synd so stór, at hon ikki kann verða fyrigivin. Náðin er givin okkum til at venja okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligar girndir (Tit.2:11f.).
Minst til, at Gud er mentur at reinsa og endurnýggja (Esaias 1:18, Tit.3:4-7.), hvussu stórt fallið enn var (Róm.5:20b). Hann er eisini mentur at grøða øll sár, ið vit hava fingið.
Keldur:
N.J. Fogh: Svar på tiltale, Credo Forlag.
C.S. Lewis: Mere Christianity.
Skrivað hevur: Kristian Hansen