Høgni Johannesen í eldin

Á bønarmøtinum 26. mei í Kristnastovu prátaðu vit við Høgna Johannesen umvegis Skype. Høgni er havnarmaður búsitandi í Birmingham, Onglandi. Hann er giftur konu úr muslimskum landi, og tey eiga tvær gentur.Fyrstu árini í Onglandi virkaðu tey sum trúboðarar við OM, men síðstu tíðina hevur Høgni arbeitt sjálvstøðugt og lagt seg eftir at gerast dugnaligur apologetur. Apologetik, ella trúarverja, sum tað eisini verður kallað, hevur millum annað til endamáls, at verja kristnu trúnna mót álopum frá fólki við aðrari trúgv. Í fleiri ár hevur Høgni ferðast til muslimsk lond í trúboðaraørindum, og tí er tað ikki so løgið, at hann hevur tikið dystin upp við islam og muslimar.

Kjak kann ikki í sjálvum sær leiða nakran til persónliga trúgv á Jesus – trúgvin er jú gudgivin! Tó kann kjakið við muslimar verða ein effektivur máti at bróta niður fordómar og fávitsku um Bíbliunna og kristnu trúnna. Og stendur hin kristni trúarverjin seg væl í kjakinum, kann tað gera, at muslimar fara at ivast um Koranina og islam, sigur Høgni.

Tað er krevjandi at verja kristnu trúnna. Muslimar í vesturheiminum eru ein minniluti og tí vanir at verja sína egnu trúgv, samstundis sum teir gera álop á Bíbliuna og kristnu trúnna. Hetta hevur við sær, at Høgni má seta seg væl inn í Bíbliuna, gudfrøði, kirkjusøgu og heimspeki, men eisini Koranina, islamiska læru og kjakteknikk.

Hann brúkar nógvar tímar um vikuna at terpa og læra stórar partar av Bíbliuni uttanat – serliga Nýggja Testamenti og tað á grikskum. Sum frá líður kundi hann hugsa sær at lært seg hini bíbilsku málini, hebraiskt og áramaiskt. Harafturat er tað ein fyrimunur, at duga arabiskt, málið, sum Koranin er skrivað á.

Um nakrar vikur skal Høgni í eldin fyri fyrstu ferð. Eitt av bókasøvnunum í Birmingham skal nevniliga hýsa einum almennum kjaki millum Høgna og ein muslim. Teir báðir koma at kjakast um Bíbliuna og Koranina. Og sum skilst, kann væntast, at eini tvey hundrað fólk koma á kjakfundin. Høgni vónar at vinna kjakið. Um tað hendir, kann roknast við roki, sigur hann.

At verja kristnu trúnna mót álopum frá muslimum hevur sín prís. Tað er ikki longur ráðiligt hjá Høgna og konuni at fylgjast í miðbýnum í Birmingham ella í býarpørtum, har nógvir muslimar búgva. Um onkur muslimur sær tey saman, kann tað føra til, at familjan hjá konuni verður álopin av víðgongdum muslimum í heimlandinum. – Tí vónar Høgni, at mong kristin biðja fyri honum og familjuni.

NP