
Malan Vang úr Havn virkar í løtuni innan Evangelisk Børnemission í Danmark. Børnini liggja henni nógv á hjarta. Vit hava sett henni nakrar spurningar.Hvat hevur fingið teg at koma til Danmarkar fyri at hjálpa til við Dansk Børnemission?
Eg var á venjingarskúlanum hjá Evangelisk Børnemission í Sveits í heyst. Tað skeiðið varir tríggjar mánaðar. So bleiv eg spurd um eg kundi koma til Danmarkar at hjálpa teimum, og samstundis fái eg so eisini roynt í praksis tað, sum eg lærdi í Sveits. Alt í alt skal eg vera í Danmark í 4 og ein hálvan mánaða, og vendi eg nøsina heimaftur tann 11. august.
Kendi tú hetta sum leiðslu Harrans?
Tá ein er millum barnatrúboðarar alla tíðina á einum staði sum á venjingarskúlanum í Sveits, og tá man hvønn dag fær at vita hvussu týdningarmikið tað er at náa børn við evangeliinum um Jesus, so fær ein sjálvur eitt ynski um at gera nakað. Tey, sum skulu út sum fulltíðar arbeiðarar við EB (Evangelisk Børnemission) skulu eisini ígjøgnum eina praktikkroynd eftir venjingarskúlan.
Eg hevði sjálv ongar ætlanir um at gera nakað víðari arbeiði við EB eftir skúlan, men ætlaði mær at søkja mær vikarstarv. Ein dagin spurdi ein av lærarunum í Sveits, sum er úr Danmark, meg hvat eg hevði ætlanir um at gera tá skúlin var liðugur. “Eg havi ongar ætlanir, svaraði eg”. Hetta svarið undraði meg, tí eg hevði jú mínar egnu ætlanir. Eg skuldi verða skúlavikar.
Eg fór so í bøn til Gud, og segði við Gud, at um Hann ætlaði meg at fara til Danmarkar at hjálpa til, so skuldu tey seta seg í samband við meg, uttan at eg setti meg í samband við tey. Lærarin kom ikki aftur til mín, og eg læt líka sum tankan um at fara til Danmarkar fara.
Nakrar dagar seinni, eftir at lærarin var farin heim aftur, fekk eg eitt bræv í hondina. Tað var frá EB í Danmark har tey spurdu meg, um eg kundi koma at hjálpa til í Danmark eftir mína tíð í Sveits. So visti eg, hetta er tað, sum Gud vil hava meg at gera. Klárari kundu Guds boð ikki koma.
Hvussu sær summarskráin út?
Nú fara vit í holt við summarskránna. Eg skal vera við til fýra sokallað tjald-átøk. Tvey í Sælandi, eitt á Fjóni og eitt í Jútlandi. Hetta eru barnamøtir, sum vit hava úti. Vit eru á einum stað í 5 dagar, og brúka allan dagin saman við børnunum. Vit spæla spøl saman við teimum, fortelja teimum bíbliusøgur, hava dukkusjónleik, okkurt kreativt, og so er ein trúboaðarasøga eisini, sum er í 5 pørtum, so fáa tey ein part um dagin. Vit koma til eitt stað, sláa eitt tjald upp, og so fyrigongur alt har.
Umframt hetta skal eg til onkra samkomu og vera við til at læra onnur vaksin um hvussu man fortelur eina søgu á ein hátt, har børnini fáa mest burturúr. Eg skal eisini vera við á eini legu fyri tannáringar, har eg læri tannáringar hvussu man lærir børn eitt bíbliuvers, at fortelja eina søgu, dukkusjónleik og annars ymiskt sum fyriferst á einum barnamøti.
So skal eg eisini vera við til tvær summarlegur, eina í Jútlandi og eina í Sælandi. Har skal eg vera leiðari og hava onkrar bíbliutímar, sum eg sjálv havi verið við til at fyrireika og gera tilfarið til. Og annars fyrifallandi uppgávur.
Hvussu trívist tú?
Eg trívist stak væl. Tað er ótrúliga nógv at gera, men eg veit eg eri í Gud vilja, og tað føli eg eisini, at eg eri. Børnini, sum eg regluliga arbeiði ímillum, koma í heilum á vitjan, og tey hava stórliga brúk fyri upperksomheit og kærleika. Tað er virkuliga so vælsignað at vita, at man kann vera ein partur í lívinum hjá hesum børnum.
Fert tú at halda fram í at virka millum børn, tá ið tú kemur heimaftur?
Mítt høvuðsarbeiði í samkomuni er barnaarbeiði. Eg eri aktiv í sunnudagsskúlanum og tað, sum har við fylgir. Eisini brúki eg nógva tíð vesturi á Zarepta hvørt summar, og eg veit, at tað er millum børn eg havi fingið mína tænastu. Eg elski tað og havi fingið eitt hjarta um at náa børn við evangeliinum. Eg vil so gjarna, at komandi ættarlið skal koma at kenna og seta vón sína á Gud. (Sálm. 78: 6-7)
Hvørjar hugsanir hevur tú annars í samband við framtíðina?
Eg ætli mær at útbúgva meg sum lærara, og í løtuni síggi eg eisini tað, sum mítt framtíðar yrki. Har eg á tann hátt kann arbeiða millum børn og hava eina ávirkan á tey. Men innan beinleiðis barnaevangelisering innan samkomuarbeiði fellur lærdómurin úr Sveits og Danmark í góða jørð. Og tað er í samkomuarbeiðinum, at eg veruliga fái brúkt tann lærdóm, sum eg havi fingið.
Eg havi onkrar umsetingar av andaktsbókum, sum eg gott kundi hugsað mær at gjørt, soleiðis, at tað gerst nemmari hjá børnum at lesa í Bílbiuni, og so, at tey byrja á einum yngri aldri at lesa. Eg havi fingið hesar bøkur, men havi ikki fingið tíð til at byrja umsetingarnar enn.
Eg kundi eisini hugsað mær at givið mín lærdóm úr Sveits víðari til vaksin fólk, og geva teimum íblástur um barnaevangelisering. Fleir vit eru, meir náa vit! Geva teimum innilit í tilfarið o.s.fr. Eg havi eisini aðrar tankar í bakhøvdinum, men hvussu tað heila kemur at laga seg, tað má Gud vísa mær. Men at brúka mín lærdóm víðari í tí barnaarbeiði, sum eg longu eri involverað í har heima, tað er heilt vist, at eg fari.