
Eg kom at sita við síðuna av einum fyrrverandi útiseta, tá eg fór heim til Føroya í septembur. Og vit komu í gott prát saman.
Hann var niðri í Keypmannahavn og las í áttatiárunum. Og ymist var at minnast aftur á, sum vit sótu umborð á flogfarinum hendan dagin. Vit mintust fólk, ið vóru niðri í “fýrsunum,” fundir og felags áhugamál, sum høvdu við ta tíðina at gera. Eg minnist hann sum ein ungan mann, ið virkin tók lut í verkinum í Kristnastovu og var til góða hjálp á ymiskan hátt. Eg helt meg merkja á prátinum, at Kristnastova hevði havt sín týdning fyri hann, og tað er sjálvandi gleðiligt. Men eg haldi eisini, at hann sjálvur hevði nøkur andalig mál undir útisetatíðini. Vit tosaðu eisini um spurningar, ið eru aktuellir í dag. Hetta var gott hjá mær at práta um, nú eg var veg upp til Føroya fyri at luttaka í nøkrum tiltøkum.
Í dag hevur hann eitt leiðandi starv í føroyska vinnulívinum. Av sonnum eitt langt lop frá lesnaðinum í Keypmannahavn og til núverandi støðu hansara. Men sum flogfarið lendi í Vágunum og vit skiltust, so var eg takksamur fyri endurnýggjað samfelag við ein fyrrverandi útiseta, sum framvegis – ídag saman við konu og børnum – er ein stuðul í verki Harrans heima í Føroyum.
Tað er eyðsæð, at útisetatíðin hevur stóra ávirkan á ung trúgvandi. Spurningurin er bara, hvørja ávirkan hon hevur. Tað hevur týdning at seta sær nøkur andalig mál. Dániel og vinir hansara settu sær fyri ikki at dálka seg av boðum kongsins og siðum Bábels. Teir vóru góðir umboðsmenn fyri Gud Ísraels og til signing fyri tað fólk, teir vóru ímillum. Vit kunnu siga, at útisetatíðin knýtti teir enn tættari at Harranum.
Hvat fer útisetatíðin at gera við teg? Hvat hevur tú sett tær fyri?
Øssur