
Um stutta tíð fert tú at fáa lektiur fyri í skúlanum ella setning fyri í arbeiðinum.
Tá fer tað at vera onnur, sum siga tær, hvat tú skalt gera, nær tú skalt møta upp, hvørjar tímar at taka, hvørjar bøkur at lesa, hvønn at arbeiða saman við og hvørjar uppgávur at loysa.Eg hugsi, at tínar umstøður eru ikki heilt ólíkar teimum, sum Dániel var í. Hann var ungur og gløggur, útlagin í fremmandum landi og fór undir 3 ára lestur við lærda háskúlan í Bábel. Og har vóru tað onnur, sum góðu honum fyri bæði at læra mál, mentan og vísund.
Dániel kastaði seg yvir bøkurnar – ella rættari steintalvurnar – og bleiv hin vitugasti næmingurin í skúlanum. Í læru ella lestrartíðini var hann undir lærarum, og at kalla alt tað, sum teir settu fyri hann at gera, gjørdi hann, og hann gjørdi tað væl.
Men – í einum lat Dániel ikki onnur seta dagsskránna! Hann vildi ikki gera seg óreinan við at eta matin, sum kongurin í Bábel hevði givið næmingunum boð um at eta (Dániel 1,8). Dániel setti sær fyri og læt ikki onnur gera tað fyri seg! Hann vildi ikki undir nøkrum umstøðum særa ella svíkja Harran, hin einasta sanna Gud. Og hann vildi ikki hava felagsskap við og vera vinur við bábelonsku gudarnar, sum kjøtið var ofra til, líka mikið hvussu stórum trýsti hann var undir.
Hvussu við tær – hevur tú sett tær fyri at halda fast við Harran? Hevur tú sett tær fyri regluliga at biðja, lesa í Bíbliuni og hava felagskap við búgvin trúgvandi? Um tú ikki setir tær tað fyri, so er stórur vandi fyri, at tú at enda bert fylgir fjøldini í teirra tilbiðjan av øðrum “gudum”.
Hvat hevur tú sett tær fyri?
NP