Hví skulu vit hjálpa?

Hví skulu vit í Kristnastovu vera við til at hjálpa teimum sum eru rakt av HIV/AIDS í Afrika?

Vit hugsa ofta, at tey sum hava HIV/AIDS, sjálvi hava skyldina av teirra støðu, tí vit kenna sjúkuna, og vita at hon smittar mest gjøgnum sex. Niðurstøðan verður tí, at vit gerast líkasæl og halda, at tey ikki hava uppiborið okkara hjálp. Men nú hava Bono, forsangari í U2 og Bill Hybles, pastor í Willow Creek, Chicago, USA verið við til at vísa okkum á tørvin. Hetta er hent samstundis sum aðrir hjálparfelagsskapir hava lýst HIV/AIDS støðuna í Afrika.

Samkoman í Kristnastovu ynskir eisini at vera við í hjálpararbeiðinum, fyrst og fremst við peningaligum stuðli og bøn.Hvat sigur Bíblian?
Tað eru fleiri orsøkir til neyð og líðing í heiminum í dag – heilt frá vánaligum persónligum avgerðum til samfelagsskipanir, ið elva til skipað órættvísi og kúgan. Fátækradømi og líðing eru óhugnaligar avleiðingar av synd, og ikki sum Gud upprunaliga skapti heimin.

Í skapanarsøguni er tað greitt, at alt skapanarverkið er ein gáva frá Gudi, ið menniskjan var sett at ráða yvir til gagns fyri alla mannaættina. Men orsakað av synd eru vit farin burtur frá Guds upprunaligu ætlan, og nógv menniskju líða neyð og hava ikki møguleika fyri at geva sær og sínum tað mest neyðuga fyri at liva eitt virðiligt lív.

“…kryplar, sjúk, spitølsk til Hann, bóru sína neyð…”
Trúgva vit á Harran Jesus, er hann eisini okkara størsta fyrimynd. Tí eiga vit at hava somu lívsvirði sum Hann, og at virðismeta øll menniskju líka høgt, sum Hann ger. Harrin Jesus hevði eitt hjartalag, sum eingin hevði sæð fyrr; Hann ger seg til eitt við tey fátæku og sjúku!

Orðt. 14.31 siga, at “Tann, sum kúgar hin arma, háðar skapara hansara, men tann, sum tykist synd í hinum fátæka, ærir skaparan”. Skapari alheimsins tekur tað persónligt, tá vit ikki taka synd í hinum veiku og líðandi.

Samkoman hevur eisini fingið boð um at taka sær av teimum veiku og teimum, ið eru illa stødd. Tað er ein grundleggjandi meginregla hjá okkum bæði sum einstaklingar og sum samkoma.

Tá Paulus í 2. Korintbrævi kap. 8-9 eggjar samkomuni í Korint at geva, vísir hann á Jesus Kristus sum fyrimynd okkara: “Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldi vera rík.” (2. Kor. 8.9).

Elska næsta tín!
Vit hava fingið eitt greitt boð um at elska næsta okkara, sum okkum sjálvi (Luk. 10.27). Kærleikin er ikki bert abstraktur og óítøkiligur, men eitt boð um at stevna eftir, at onnur skulu hava tað so gott, sum eg kundi hugsa mær. Og Jóhannes spyr retoriska spurningin: “Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds vera verandi í honum!” Og kemur so við eini áheitan til tey ið trúgva á Harran: “Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella tungu, men í verki og sannleika!” (1. Joh. 3.17-18). Hann ynskir ikki at tey, ið hann hevur leitt til Harran, skulu hava eina trúgv, ið ikki er eyðkend av næstakærleika.

Vit kunnu kanska halda, at umsorganin fyri teimum fátøku ella teimum illa støddu, ikki er ein partur av okkara gudsdýrkan. Men okkara gudsdýrkan umfatar eisini, hvussu vit eru mótvegis øðrum. Gudsdýrkan, ið Gudi líkar, verður definerað: “Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.” (Ják. 1.27). Vit kunnu ikki skilja hesar meginreglur frá hvørji aðrari og bert halda okkum ódalkaði av heiminum – vit hava fingið greitt boð um eisini at vitja tey ið eru lægst og mest útsett í samfelaginum.

Jesus er víðskygdur
Vit hava heldur onga grund til at definera hugtøkini snævurt, fyri at sleppa undan trupulleikanum í Afrika. Jesus var ikki snævurskygdur; og tá Hann skuldi prógva kærleika Sín til mín og tín, elskaði Hann so nógv, at Hann gav seg fyri allan Heimin, eingin undantikin (Joh. 3.16). Gud havi lov, fyri at Harrin Jesus ikki hugsaði snævurt, tá Hann skuldi prógva Sín kærleika. Vit hava tí ongan rætt ella orsøk til at vera avmarkandi og snævurskygd, men heldur elskandi og umfevnandi.

Taka vit synd í tí fátæka í huga og verki, æra og tilbiðja vit Hann, ið skapti alheimin, og sum hevur alt í síni hond. Tað gevur hjálp og umsorgan okkara eitt heilt annað perspektiv og innihald, enn um vit bert hjálptu okkara medmenniskjum uttan at hugsa um Gud. Við hesum í huga fær neyðhjálp eitt nógv størri og ævigt virði.

Næstakærleiki er ein máti at vísa og prógva, at kærleiki Harrans býr í mær, og at Hann er virkin í mínum lívi. Umframt at hjálpa hesum fólkum í Afrika við heilivági, ið gevur teimum eitt longri og betri lív við AIDS sjúkuni, vilja vit eisini geva teimum møguleika til at kenna Harran Jesus. Hesum menniskjum, ið onga framtíð hava uttan hjálp, ynskja vit, skulu fáa lív – lív í ævir.

Skrivað hava Fía og Pól í Skorini