
Demas er umtalaður tríggjar ferðir í Nýggja Testamenti. Hann tykist vera ein kristin, sum byrjar væl, men endar illa. Hann er samverkamaður Paulusar í eina tíð. Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er (2. Tim. 4,10)
Tá ið 2. Timoteusarbræv verður skrivað, situr Paulus í fongsli og kennir á sær, at ”tíðin er komin at fara avstað”. Hann fer helst at líða deyðan sum blóðvitni Kristusar. Skeiðið er fullført. Her var ein gyltur møguleiki at stuðla einum Harrans tænara, tá hann mest trongdi til tað. Men hvat ger samverkamaður hansara, Demas? Hann fer frá Paulusi í staðin fyri at stuðla honum í trongd hansara. Og Paulus skrivar, at hann fór, tí hann ”fekk kærleika til heimin, sum nú er.”
Heimurin er í Bíbliuni ofta felagsnevnari fyri tað gudleysa samfelagið – tí heimi, sum hevur vent Gudi bakið. Tað er ímyndin av einum hugburði uttan Gud; einum lívi, sum skal livast her og nú – uttan at fyrihalda seg til tað æviga.
Jesus kallar sálarfígginda okkara fyri høvdingan yvir hesum heimi. Jesus var ikki av hesum heimi, men var omanífrá. Og vit, sum hava fingið lut í lívi Kristusar, hava fingið ein nýggjan borgarskap til ríki Kristusar. Og vit eru ikki ætlað at liva tað tóma, egoistiska lívið, sum eyðkennir hendan heim. Paulus stimbrar eisini samkomuna í Kolosse at tráa eftir tí, sum omanfyri er, og ikki eftir tí, sum á jørðini er.
Hvar endaði so Demas? Vit vita tað ikki, tí hetta er tað síðsta vit hoyra um hann. Kanska hann vendi við, tá hann hoyrdi, at Paulus hevði latið lív í tænastuni. Tað er syrgiligt, um vitnisburður Demasar endar her, tí hann hevði kent til góðar tíðir saman við tænarum Guds.
Øðrvísi var við Paulusi, sum átti einki – og tó átti alt. Hann kundi líta afturá og siga “eg havi fullført tænastu mína, runnið skeiðið at enda.” Hann kundi hyggja framá og siga ”Harrin skal bjarga mær frá øllum óndum verki og frelsa meg inn í himmalska ríki sítt.” Hvør ein munur á vitnisburðum.
Hvønn heim liva vit fyri? Um vit játta trúgv á Jesus sum frelsara og Harra, so latið okkum fylkjast um ríki hansara, ið aldri forgongur. Gerandi orðini hjá Fanny Crosby til okkara: ”Heimin tak – men gev mær Jesus”.
– Øssur Berghamar