Hvørjum savnast vit við?

“Sig mig hvem du omgås, og jeg skal sige dig, hvem du er”, er eitt rámandi danskt orðatak. Og so satt, sum tað er sagt.Tá ið Kristnastova varð til fyri skjótt 34 árum síðani, var tað eitt serligt ynski, at tað skuldi vera unga ættarliðnum til hjálp. At ungir, trúgvandi lansdmenn skuldu finna góðan vinskap og felagsskap har. Ynskið, visiónin er har framvegis.

Vit eru fegin um øll tey, sum vit hava lært at kenna gjøgnum árini, ið farin eru. Við gleði kunnu vit siga: Mong ynsktu at fylgja Harranum og savnast við fólki Hansara – eitt nú í Kristnastovu. Nøkur fingu eitt annað andaligt heim, men hava havt tað gott har.

Men tíverri kann tað ikki sigast um øll. Nøkur vórðu drigin við av øðrum áhugamálum. Tað var sum líknilsinum við sáðmanninum, har nøkur “høvdu ikki rót í sær, tey halda út bert eina tíð”, og har finna vit eisini orðini “tráan eftir øðrum kemur inn og køvir Orðið”. Mark. 4,17 & 19. Stórbýurin hevur mong litrík tilboð at bjóða – og fleiri ungir føroyingar vórðu drignir hagar – og góvust at koma saman við teimum trúgvandi. Tey fingu sær vantrúgvandi vinir og gliðu longur og longur burtur frá samfelagnum. Og sum Orðið sigur: “Ringur felagsskapur spillir góðar siðir.”

Tað er í ungu árunum, at lívið á ein serstakan hátt verður myndað. Mong av tykkum eru við tað vegamótið, har lívskósin verður sett. Tí skal heilsan mín vera til tykkara, kæru ungu, ið eru komin ella koma niður til Danmarkar: Setið tykkum nøkur andalig mál og haldið fast við tey. Latið tað vera sagt um tykkum, at tit teljast millum tey, sum elska Harran Jesus og savnast við flokki hansara.

Tak bíbliu tína (vónandi er hon at finna onkunstaðni tætt við) og les tað, ið Paulus skrivar til Timoteus, unga vin sín í 2. Tim. 3, 14-17, har hann m.a. tekur til: “Men ver tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør, ið hevur lært teg tað, og tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir”.

Øssur Berghamar