Hvørjum vilt tú tæna?

Hvat hevði tú valt, um tú var í teirra skóm? – Tey høvdu fingið eitt ultimatum: Veljið í dag! Og hvat var tað, sum tey skuldu taka støðu til? Jú, tey skuldu velja síðu og gera av, hvønn tey vildu elska og vera trúgv ímóti.Endiliga vóru tey komin heim í hitt lovaða landið. Tey høvdu upplivað mangt á heimferðini úr trældómi í Egyptalandi til Kána’ans land. Nú vóru tey komin fram, tey høvdu sett búgv og vóru farin undir eina nýggja og vónandi friðarligari tilveru.

Men beint sum tey eru komin heim, standa tey brádliga við eitt vegamót: Hvønn velja tit at elska og vera trúgv – Harranum ella onkrum avgudi?

Søgan er tann, ísraelsfólk hevði ilt við at gera av, hvønn tey vildu elska! Í Egyptandi høvdu tey valt sær egyptiskar avgudar og dyrkaðu teir. Og hóast tey júst vóru komin inn í Kána’ans land, flirtaðu tey longu við kána’aneisku avgudunum! – Tí var tað, at Harrin kravdi tey eftir einum svari.

Líka frá fyrstu løtu hevði Harrin elskað tey og verið teimum trúgvur. Tað var Harrin, sum kallaði ættarfaðir teirra, Ábraham, burtur úr avgudadyrkanini í Ur fyri at geva honum eitt land. Og Harrin hevði stórar ætlanir við Ábraham og eftirkomarum hansara – Hann ætlaði at signa tey og gera tey til signing fyri øll heimsins fólkasløg.

Tá ísraelsmenn endaðu sum trælir í Egyptalandi og róptu til Harran í neyðini, bjargaði Harrin teimum og leiddi tey út í frælsi. Leiðin heim til lovaða landið var torfør og hættislig. Og sum tey nærkaðust Kána’an, løgdu fíggindarnir á tey. Men aftur og aftur vardi Harrin tey. At enda, tá ísraelsmenn skuldu taka lovaða landið í ogn, rak Harrin fíggindarnar burtur, so tey kundu búsetast har.

Altso, frá byrjan og líka til endan hevði Harrin víst í verki, at Hann elskaði ísraelsfólk. Hann hevði gjørt tey til sítt egna fólk, bjargað teimum, vart tey og givið teimum eitt gott land at búgva í. Hann hevði verið teimum trúgvur frá byrjan og til hesa løtu. – Og nú vildi Hann hava tey at velja, hvørjum tey vildu tæna og vera trúgv!

Hvat hevði tú valt? – Hesin spurningur er viðkomandi eisini fyri okkum sum kristin, tí hesin sami Gud gav sín einasta Son at doyggja fyri syndir okkara, so vit kunnu liva ævigt. Og Hann hevur frá tí løtu, vit trúðu á Jesus, signað okkum bæði andaliga og tímiliga.

Ísraelsmenn dugdu at síggja, at Harrin elskaði teir og altíð hevði verið teimum trúgvur, og tí valdu teir at tæna honum. – Hvussu sært tú Harran? Og hvørjum velur tú at tæna?

Niels Pauli Nónstein