Hvussu leiði eg menniskju til Jesus?

Áðrenn Jesus fór aftur til himmals, gav hann lærisveinunum eina sera týðandi uppgávu. Hann bað teir fara avstað og gera ”øll fólkasløg til lærisveinar” (Matt. 28:19). Og so legði hann afturat, at hann skuldi verða við teimum altíð, líka til endan á tíðini. At gera lærisveinar er ikki bert ein uppgáva, sum tey fyrstu kristnu fingu – tað er eisini okkara uppgáva! Men hvussu leiði eg menniskju til Jesus? Hvussu kann eg vera við til at ”gera lærisveinar,” sum ynskja at fylgjast við Jesusi?

Í fyrsta kapitlinum í Jóhannesar Evangelium síggja vit, hvussu teir fyrstu lærisveinarnir leiddu nýggjar lærisveinar til Meistaran. Fyrst hitta vit ein mann, sum eitur Andreas. Andreas er blivin ein lærisveinur, eftir at Jóhannes doyparin hevur peikað honum á Jesus – Meistaran. Nakað eftir hetta hittir Andreas beiggja sín, Símun Pætur, og sigur við hann: ”Vit hava funnið Messias”! Símun Pætur er jødi og væntaði eins og nógvir aðrir jødar, at Messias skjótt fór at koma. Teir báðir fara síðani til Jesus og Meistarin tekur Símun Pætur í læru.

Síðani er tað Filip. Filip er blivin ein lærisveinur, eftir at Jesus einaferð hitti hann og bað hann fylgja sær. Tá ið Filip so møtir Natanael, sigur hann við Natanael tað sama, sum Andreas segði við Símun Pætur: ”Vit hava funnið Hann…”. Hóast Natanael eisini er jødi og skilir, hvat Filip meinar við, er hann skeptiskur og ivandi. Hann metir seg ikki hava nøktandi grund til at halda, at træsmiðurin úr Nazaret er hin lovaði Messias. – Hvat skal Filip nú gera? Og hvat hevði tú gjørt?

Filip kundi tikið sær tað nær, vart seg og sína trúgv, verið ágangandi og byrjað at kjakast við Natanael – men tað gjørdi hann ikki. Nei, róliga men avbjóðandi sigur Filip við hann: ”Kom og síggj”! Filip hevði sjálvur møtt Meistaranum, sum hevði kallað hann til lærisvein. Og lættasti, ja, einasti máti at stilla ivan er at bjóða skeptikaranum sjálvum at møta Meistaranum og uppliva hann! – Og tað var gott fyri Natanael, at hann fór, tí at møta Meistaranum persónliga broytti alt!

Hvussu leiða vit so menniskju til Jesus? Fyrsta treytin er, at vit sjálvi ”hava funnið Messias”, tí annars vita vit í veruleikanum ikki, hvør Jesus er og kenna hann ikki. Men tá vit hava funnið Jesus, kunnu vit siga við onnur ”kom og síggj” – kom sjálv/ur og uppliv Jesus! Tá opinberar Jesus hvør Hann er.

– Niels Pauli Nónstein