
Aftur í ár leita nógvir trúgvandi føroyingar sær út í heim at lesa ella arbeiða. Útisetatíðin er ein spennandi og gevandi tíð, men kann eisini verða ein stór avbjóðing fyri ein kristnan. Tí ræður um at raðfesta rætt frá byrjan av. Og her haldi eg, at vit kunnu læra nakað av teimum fyrstu kristnu!
Í Ápostlasøguni 2:42 fáa vit eitt innlit í nakað av tí, sum tey hildu vera týdningarmikið og tí raðfestu høgt. Vit lesa, at ”tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.” Her verða fýra aktivitetir nevndir, sum vit skulu hyggja at.
Fyrst og fremst hildu tey fast við ”læru ápostlanna.” Øll menniskju hava eina lívsfilosofi ella stevnuskrá, sum vit liva eftir – annaðhvørt tað er tilvitað ella ikki. Stevnuskráin hjá teim fyrstu kristnu var læran, sum ápostlarnir høvdu fingið frá Jesusi sjálvum. Hesa læru hava vit í dag atgongd til í Bíbliuni. Og vit gera rætt og væl, tá vit regluliga lesa og royna at skilja Bíbliuna, og liva eftir hesi læru.
Síðani er tað týdningarmikið at halda fast við ”samfelagið.” Tey fyrstu kristnu hildu saman og vóru nógv saman, tí tey hoyrdu saman. Tey hjálptu hvør øðrum, at vaksa í halgan og kærleika til Jesus. Og hetta er eisini nakað, sum trúgvandi í dag hava brúk fyri at vera mint á.
Í triðja lagi hildu tey fast við ”breyðbrótingina”. Breyðbrótingin hevði stóran týdning fyri tey fyrstu kristnu, millum annað tí hon hevði stóran týdning fyri teirra Meistara. Jesus sjálvur bað lærisveinarnar halda hesa máltíð til minnis um Hann, Hansara lív, deyða, uppreiðsn og afturkomu.
At enda hildu tey fast við ”bønirnar.” Jesus var ein, sum bað ofta og viðhvørt longi. Og tey fyrstu kristnu lærdu av Honum at gera tað sama. Bøn er samfelag við Gud. Um tað er nakað trúgvandi tørvar fyri at hugsa og liva rætt, ja, so er tað samfelag við Skaparan. Bøn er ein opin hond, sum bæði biður um av vera leidd og at vera fylt við tí, sum okkum dagliga tørvar.
Mong trúgvandi hava gjørt sum tey fyrstu kristnu – og uppliva signingina og samfelagið við Meistaran. Latið okkum gera tað sama, prioritera rætt og soleiðis seta Gud fremst!