Herfyri var standmynd sett upp í Fuglafirði av Victor Danielsen, har hesin slóðbrótari innan bíbliutýðing og kristiliga bókmentir búði meginpartin av tíð síni. Hann var annars ættaður úr Søldarfirði.Victor Danielsen umsetti bíbliuna, ið kom út í 1949. Harumframt gav hann út nógvar ymiskar bøkur og bóklingar, ið hann antin hevði umsett ella skrivað. Harumframt hevur hann givið okkum yvir 800 sangir og sálmar. Flestu teirra eru týðingar, men nakrir eru hansara egnu. Teirra millum er sangurin “Úr deyðaskuggans landi”.
Hesin sangurin verður ofta sungin um jóltíðir. Hann er eisini skilliga sprottin út úr orðum Esaiasar kap. 9,2 sum plagar at vera lisin upp um jóltíðir: “Fólkið sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós; tey sum sita í landi deyðaskuggans, yvir tey skal ljósið skína.” Og í ø. 6 : “Tí barn er føtt okkum, sonur er givin okkum.”
Tá ið Victor greiddi frá vitnisburði sínum, so nýtti hann ofta orðini myrkur og ljós. Hvussu myrkrið hekk yvir sál Hansara inntil tað fór at lýsa og ljósið vann á myrkrinum. Vitnisburður Victir Danielsens kemur eisini fram í hesum sangi. Her verður greitt frá, hvussu evangeliums ljós vann á andaliga myrkrinum og setti hann í frælsi Kristusar.
Í sangbók Guds fólks er seinasta versið tíverri ikki tikið við, men niðanfyri kann sangurin lesast í heilum líki.
Í deyðaskuggans landi,
har skygdi ljósið bjart,
tá fast í trælabandi
tú, sál mín, bundin vart!
Tá deyð var vón og troyst,
og stongdar allar gøtur,
kom hjálp og friður søtur,
varð gátan myrka loyst.
2. Ei var tað egin styrki,
ei var tað vitskaps ráð,
ei manna kraft og yrki,
ið kundi hjálpa tá;
tað var hitt gleðiljóð:
Ein Frelsari er føddur!
Har fann mín fótur møddur
ta søktu trygd og ró.
3. Nú ljósur er mín vegur,
eg ferðist trygt avstað;
tí eyga mítt, tað hevur
Guds stóru frelsu sæð.
Hvør svari fyri seg –
hvør veit, hvat hann man meina –
mær tørvaði hitt eina,
at finna, Jesus, teg!
4. Á Frelsari, tú mildi,
hin ættin, tú komst til,
teg ikki kenna vildi,
ei heldur nú hon vil!
Tó hjørtuni, so mong,
sum egna armóð skilja,
tær, Harri, fagna vilja
við tøkk og gleðisong!
*Victor Danielsen, 1894-1961